Soleiðis kallast nýtt sjónband og fløga, sum koma út í dag (hósdagin 9.).
Á sjónbandinum eru tvey videoløg Bilurin hjá okkum og Vera og søgan Kongsdóttirin í Nólsoy.
Tað er Steintór Rasmussen, sum hevur skrivað sangirnar á sjónbandinum. Søgan er eftir Oddvør Johansen og Edward Fuglø hevur gjørt tekningarnar.
Upptøkurnar, sum eru gjørdar í november mánaða í Klaksvík, hevur Bjarki Thomsen vegna Føroya Filmsframleiðslu, staðið fyri. Miðil hevur gjørt umslagið til húsan. Tað er Studio Pegasus sum gevur út. Sjónbandið er 30 minuttir og kostar 99 kr.
Á fløguni Kular Røtur eru 10 barnasangir, 8 av sangarunum hava ongantíð verið at hoyrt áður, sangurin um Nósan er spældur inn av nýggjum, og harafturat er vælkendi barnasangurin Karin eisini á fløguni.
Steintór Rasmussen eigur orðini og flestu løgini á fløguni. Tað er Arnfríð Lützen og Jógvan Hansen, sum syngja teir flestu sangirnir. Fløgan er eisini krydrað við barnarøddum og gestasangarum.
Á fløguni Kular Røtur spæla Høgni Klakstein trummur, Magni Husgaard og Ingi Isaksen keyboard, Erik Biskopstø, bass, Rani Nolsøe og Mikkjal Hvannastein guitar - og Unn Lassen floytu.
Fløgan er upptikin og ljóðbandað í Studio Pegasus í Klaksvík.
Edward Fuglø hevur gjørt tekningar til húsan og Miðil hevur brotið um og gjørt myndarbeiðið.
Fløgan Kular Røtur kostar 139 kr.