Kular Røtur aftur at fáa

Seinna útgávan við teimum sera væl umtóktu Kulum Rótum er nú at fáa aftur

Túsund smíl, sum fløgan kallast, hevur verið útseld seinastu dagarnar, men um vikuskiftið verður hon aftur at fáa í sølubúðunum. Eitt nýtt upplag er framleitt, og tað kemur til landið í dag. Allar tær 1500 fløgurnar, sum vóru framleiddar fyrst í juni mánaði, eru seldar.

Kular Røtur hava havt konsertir á summarstevnunum kring landið, og tær hava verið vælumtóktar. Aftur á vestanstevnu fara Kular Røtur at hava konsert. Tað verður í ítróttarhøllini í Vestmanna fríggjakvøldið klokkan 19.30.

Kular Røtur hava á seinnu fløguni serliga havt hitt við sanginum Hon er omma mín, sum hevur verið sera nógv spældur, og sum eitt sindur óvæntað hevur klatrað upp í toppin á hitlistanum hjá Útvarpinum, 15 tær bestu.