Kular Røtur eru aftur ...

... og við sær høvdu tær nýggj ættarlið av sangglaðum børnum. Allar hinar barnsligu sálirnar sluppu eisini upp í leikin, tá nýggja, gylta Kular Røtur sangbókin varð løgd fram í Leikalund í Klaksvík hósdagin

- Í flestu førum her í lívinum loysir tað seg sjáldan at standa einsamallur. Og hugskotið um at geva sangirnar av Kular Røtur fløgunum út sum sangbók, varð neyvan vorðið veruleiki uttan tær nógvu góðu kreftirnar, sum hava verið við uppá ymsar mátar, segði Steintór Rasmussen millum annað, tá hann legði fyrsta eintakið av nýggju Kular Røtur sangbókini fram í Leikalund hósdagin.
Klaksvíksútgáva
Steintór fjaldi ikki út yvir, at hann var ikki sørt errin av, allar góðu kreftirnar hesuferð eru úr Klaksvík, og at Kular Røtur sangbókin sostatt burturav er ein Klaksvíksútgáva. Steintór og aðrir góðir orðasmiðir hava gjørt orð og løg, gittarsnillingurin Magni Husgaard hevur skipað nótaarbeiðið, listamaðurin Edward Fuglø hevur myndprýtt og Cre8 hevur sett upp og greitt bókina til prentingar. Og sangararnir og tónleikararnir á nýútgávuni av fløgunum eru øll eisini úr Klaksvík.
Kulu Røturnar í Klaksvík líkjast mest eini stórari familju eftirhondini. Og tey vóru øll har hósdagin í Leikalund - Trøllapætur, Nósi, Arnfríð Lützen, orðasmiðir, tónleikararar og so ein rúgva av børnum, sum vóru so lítil, tá fyrsta Kular Røtur fløgan kom út, at tey neyvan dugdu at tosa. Men nú duga eisini tey allar sangirnar uttanat, og skjótt vóru børn úr Útibarnagarðinum í Haraldssundi og 2. b í Skúlanum á Ziskatrøð klár at framføra nakrar av kendu sangunum hjá Kulu rótunum. Hesuferð var tað eitt sindur lættari at minnast allan tekstin, tí tey høvdu øll fingið hvør sítt eintak av nýggju sangbókini.
Skattkista
Ì stórum familjum er altíð pláss fyri einum ella fleiri afturat. Úr Havn var Niels Jákup Thomsen frá Bókadeildini komin at siga nøkur orð, millum annað um tá Steintór Rasmussen fyri nøkrum árum síðani fyrstu ferð vendi sær til Bókadeildina við hugskotinum um at geva Kular Røtur sangirnar út sum sangbók. At tað ikki bar til tá, fekk ikki Steintór at missa mótið. Hann treiskaðist víðari, fann saman við øðrum góðum kreftum í Klaksvík, og nakað seinni fekk Bókadeildin fyrsta útkastið til nakrar lidnar síður av sangbókinum við tekningum og øllum. Nú bar betri til, og saman við Føroya Skúlabókagrunni gjørdi Bókadeildin av at geva bókina út.
Og bókin má sigast at vera sera snøgg. Perman úr "gulli" boðar frá, at her goymir seg ein heil skattkista av sangum, tekningum og nótum. Framúr góðu tekningarnar hjá Edwardi Fuglø hava givið øllum teimum kulu rótunum nýtt lív - Karin, sum fann ein ring á vegnum, gentan tey kalla babe, hundurin Kingoson, omman við síni Harley Davidson, grønu menninir frá Pluto og so øll hini sjálvandi. Og tað er bara at tríva í sangirnar um tey, tí nótaarbeiðið er skipaði soleiðis, at øll kunnu verða við, eisini tey sum bara syngja ella spæla gittar til húsbrúk.
Saman við sangbókini er ein Kular Røtur savnsfløga eisini komin út, har nakrir spildurnýggir sangir eisini eru við.