Kular røtur til Keypmannahavnar

Leygardagin fer vælumtókti barnabólkurin, Kular Røtur at hava konsert í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

 

Konsertin verður klokkan 14 leygardagin og har verður høvið at hoyra kendu barnasangirnar og uppliva skemtiligu framførsluna, sum plagdi fáa børnini upp úr stólinum

 

- Tó ikki sagt, at foreldrini ikki eisini kunnu verða rivin við, tí sangirnir hjá bólkinum eru í nógvum førum vorðnir fólkaogn, og eru eins kendir millum tey vaksnu, sum millum børnini.