Stóra hittið í føroyskum tónleiki í løtuni eru Kular Røtur, og nú eru røturnar aftur aktuellar við nýggjum tónleiki.
Fløgan Kular Røtur og Trøllapætur er júst komin út, og á fløguni eru nýggju skeringar við nýggjum sangum - ella øvugt.
Hetta er triðja fløgan við Kulum Rótum seinasta árið, og tær báðar undanfarnu hava verið sannar landaplágur. Kular Røtur hava givið børnum og ungum sangir sum Hon er omma mín, Bilurin hjá okkum, Hundur mín Kingoson og Flippuna, og hvør veit, um onkur nýggjur slagari goymir seg á hesi fløguni.
Trøllsligt
Seinasta fløgan var rættiliga modernað - yrkingar og tónleikur vóru á bylgjulongd við gerandisdagin hjá børnum ár 2000.
Nýggja fløgan heldur fast um nútímans popptónleik sum grundarlag, men hesaferð eru yrkingarnar meira ævintýrligar.
Steintór Rasmussen og Niklas Heri Jákupsson hava skrivað tekstirnar, og teir snúgva seg um trøll, prinsar og prinsessur, huldufólk og kongar. Fyrsti sangurin á fløguni er ein nýggjur jólasangur.
Somu sangarar
Fólkini aftan fyri hesa fløguna eru tey somu, sum hava verið við á undanfarnu fløgum hjá Kulum Rótum.
Sangarar eru Jógvan Hansen, Arnfríð Lutzen, Brandur Enni, Trølla-Pætur og unga Rannvá Lutzen, sum tekur seg alt meira fram sum sangari.
In-G hevur produserað tónleikin, og hann hevur skrivað løgini saman við Niklas Hera Jákupssyni
Jógvan á Høvdanum, yngri, hevur gjørt tekningarnar til kápuna, og tað er Studio Pegasus, sum gevur fløguna út.