Kular Røtur: Poppstjørna ger comeback

Kular Røtur hava framførslu á Summar Festivalinum

Jógvan Hansen sang um aldarsskiftið sangin "Bilurin hjá okkum" á útgávu hjá Kular Røtur. Videolag var eisini gjørt til sangin

Kular Røtur fara aftur á pall at framføra teir væl umtóktu barnasangirnar, sum stórt tal av børnum hava lurtað eftir og sungið við til.

 

Tað verður á Summar Festivalinum um vikuskiftið.

 

Tað var í 1999, at fyrstu tónarnir komu frá Kulum Rótum, og síðani komu fleiri útgávur við góðum føroyskum barnasangum. Hvør kennir ikki sangir sum »Hon er omma mín«, »Bilurin hjá okkum«, »Grønir menn frá Pluto«, »Karin«, »Vera« og »Tey kalla meg Babe«?

 

Á Summar Festivalinum verður eingin annar enn føroyska poppstjørnan í Íslandi, Jógvan Hansen, á odda fyri Kulum Rótum. Hann sang við á fyrstu útgávuni og fer nú at royna seg aftur í bólkinum. Rakul Ró Steintórsdóttir fer eisini at syngja, og bólkur spælir undir.

 

Kular Røtur spæla á Torginum fríggjadagin kl. 17.00.

 

##med2##

 

 

 

Jógvan Hansen sang um aldarsskiftið sangin "Bilurin hjá okkum" á útgávu hjá Kular Røtur. Videolag var eisini gjørt til sangin