Við einum miðalhita upp á 0,6 stig er kuldin seinastu vikurnar tann ringasti, sum hevur verið seinastu 50 árini í Føroyum. Næstkaldast var sama tíðarskeið í 1995 við 0,8 stigum.
Hesar seinastu 20 dagarnar hevur kavin ligið um so at siga alt landið. Hóast hitastig, hevur kavin verið beinfrystur, at hann hevur verið liggjandi.
Í londunum kring okkum hevur eisini verið óvanliga kalt, og kuldin heldur fram í eitt nú Danmark.
- Komandi vikuna bráðnar kavin í Føroyum. Men í fjøllunum verður hann liggjandi, sigur Alix Rasmussen, veðurfrøðingur.
Kaldast í 2009
Tíðarskeiðið 19. desember til 7. januar hevur miðalhitin verið hesin:
Kaldastu trý árini:
1 2009 0,6
2 1995 0,8
3 1968 1,2
Heitastu trý árini:
48 1997 6,1
49 1972 6,7
50 2006 7,2
Hagtøl: Alix Rasmussen, DMI