ÅRHUS: Kuldin hevur bitið danir nógvar teir seinastu dagarnar, eitt sløð av kava liggur um størsta partin av landinum, og tað eru ikki góðar treytir fyri fótbóltsspæli á grasi.
Um vikuskiftið seta danir hol á seinnu hálvu av fótbóltskappingini, men tað gera teir í flestu støðum undir truplum umstøðum.
Fleiri av superligaliðunum flýggjaðu í vikuni til útlandið fyri at venja. Øll feløgini vóru annars komin heim frá venjingarlegum uttanlands, og ætlaðu sær at gera seinastu fyrireikingarnar heima, men kuldin og kavin sendi trý av feløgunum uttanlands aftur.
Eitt av feløgunum var FC Keypmannahavn, sum hevur lagt seinastu hond á til vikuskiftið í Onglandi. Tað hevði við sær sigur móti Premier League liðnum Sheffield Wednesday, við Tóda Jónssyni aftur í leiklutinum sum málskjútti, og tað gevur bæði føroyska álopsmanninum og felagi hansara gott sjálvsálit.
Fyrsti dysturin í seinnu hálvu av superliguni skuldi eftir ætlan vera í gjárkvøldið, men dysturin millum Brøndby og Silkeborg hevur alla vikuni hingið í leysum lofti, tí veðrið hevur ikki verið til vildar.
Í morgin skulu so hinir fimm dystirnir vera, um veðrið loyvir tí. FC Keypmannahavn skal í Parkini ? har hiti er undir grasinum, og tí eingin vandi fyri avlýsing ? spæla móti AB. Herfølge skal spæla á heimavølli móti Ikast. Og hinir dystirnir eru: AaB-Århus Fremad, OB-Lyngby og AGF-Vejle.
Milliónir til spælarar
Stóru favorittarnir til danska meistaraheitið í ár eru tey bæði stóru feløgini úr Keypmannahavn, Brøndby og FCK. Brøndby liggur undan seinnu hálvu á odda við 40 stigum, meðan FCK og Silkeborg bæði hava 36 stig. 15 umfør eru eftir at spæla.
Danskur fótbóltur tekur stór stig fram bæði á tí ítróttarliga og fíggjarliga økinum í løtuni, og at nógv fleiri pengar eru í donskum fótbólti nú enn áður, hevur lívligi aktiviteturin á spælaramarknaðinum í vetur verið eitt prógv um.
Feløgini hava keypt nógvar kostnaðarmiklar spælarar heim úr útlandinum og serliga FCK hevur gingið undan. Teir hava lokkað Thomas Thorninger, Thomas Rytter og Niclas Jensen heim úr útlandinum og tað eru allir spælarar, sum áður hava verið profilar í donskum fótbólti, men sum ikki høvdu eydnuna við sær í útlandinum.
Brøndby hevur keypt Bent »Turbo« Christensen heim úr Turkalandi, har skjóti álopsmaðurin hevði fingið ov mikið av tí øðrvísi mentalitetinum. Við toppskjúttanum Ebbe Sand og fyrrverandi álopsspælaranum á danska landsliðnum í álopinum leggur Brøndby upp til eit hart stríð við arvafíggindirnar í FCK.
Claus Thomsen, sum hevur roynt seg í enska felagnum Everton seinastu mánaðirnar, er aftur heima í donsku kappingini, eftir at AB legði neyðugu peningaupphæddina á borðið fyri sterka miðvallaran, sum er landsliðsaktuellur til HM í summar.
Jákup og Todi
spæla helst báðir
Føroysku spælararnir í superliguni eru at finna í hvør sínum enda av stigatalvuni. Todi Jónsson mannar toppin saman við FCK, meðan Jákup Mikkelsen og Herfølge liggja tungt í vatninum.
Stríðið hjá FCK eitur gull og Champions League, meðan tað hjá Herfølge ræður um at sleppa sær undan niðurflytingini, sum ikki er langt burtur.
Todi Jónsson hevur spælt nógvar av seinastu venjingardystunum hjá FCK og tað gongur framá. Týsdagin gjørdi Todi mál, og spurningurin er nú hvussu svenski venjarin hjá FCK, Kent Karlsson, velur at brúka føroyska álopsmannin í morgin. Í venjingardystunum er Todi byrjaður á vøllinum, og er so úttikin tá orkan ikki hevur verið til meir, og um Karlsson heldur fast um hendan mátan, ella hann heldur vil brúka Toda sum jokari seinni í dystinum, er ógreitt.
Vist er tað tó, at Todi Jónsson aftur sleppur at spæla veruligan dyst, tá hol verður sett á seinnu hálvu av superliguni um vikuskiftið.
Jákup Mikkelsen hevur gjørt nýggjan sáttmála við Herfølge, og hann hevur brúkt vetrarsteðgin til at vísa venjaranum Ole Mørch, at hann eigur plássið í málinum hjá superligaliðnum. Kappingin millum Jákup og Kai Larsen hevur verið hørð síðani Jákup kom til felagið, og teir báðir hava skiftst um at verið omaná.
Í venjingardystunum hevur Jákup verið fyrsta valið hjá Herfølge til hann rendi seg inn í ein minni lærskaða fyri einum mánaði síðani. Fram móti kappingarbyrjan hava Jákup og Kai Larsen báðir gjørt sítt til at at sannføra Ole Mørch um hvønn hann skal brúka, tá ferð aftur kemur á danskan fótbólt um vikuskiftið.
Dysturin millum Herfølge og Ikast hevur stóran týdning, tí bæði liðini liggja í botninum og hava brúk fyri stigunum. Ein siguri til Herfølge, kann leggja sjógv millum teir og botnin, meðan ein sigur til Ikast skapar størri spenning í botninum, enn Jákup Mikkelsen og liðfelagarnir leggja í at hava.