Kulic er úti

Meistararnir úr HB skulu hava trý stig, um teir skulu halda fram í gullstríðnum, meðan tað hjá skerdu vágbingunum ræður um at bjarga tí, sum bjargast kann

Upptakt


Hóast tað hevur verið soleiðis upp og niður hjá meistarunum úr HB í ár, so er liðið framvegis partur av oddastríðnum. Og síðani venjaraskiftið tykist pílurin hjá bæði liði og áskoðarum at hava peiggjað rætta vegin.
                      Sunnudagin er tað VB, sum er mótstøðuliðið, og einki er at ivast í, at HB ætlar sær øll stigini hesaferð. Stig, sum eisini eru neyðug, um trífaldu meistararnir aftur í ár vilja vera við í gulldystinum.
                      Hjá HB er Hallur Danielsen leikbannaður, eftir at hann seinast fekk fimta gula kortið á kontina. Hinvegin røkist fyri, at Hans á Lag nú aftur er tøkur eftir skaða, og tað sama verður sagt um Tór-Ingar Akselsen.
                      Hjá VB er stóri trupulleikin, at Milan Kulic ikki er tøkur. Hann varð snøgt sagt niðursligin á opnari gøtu í Reykjavík, tá VB seinasta vikuskifti vitjaði vinarfelagið, Reynir, og hósdagin varð hann lagdur undir skurð fyri brot í nøsini. Hesa ferð verður hann so ikki við, men roknað verður tó við, at týdningarmikli miðvallarin verður tøkur til seinastu tríggjar dystirnar á árinum.