Kulir rapparar í Eclipse leygarkvøldið!

Ætlar tú at fara í býin leygarkvøldið? So er tað eitt gott hugskot at fara í Eclips, har fleiri kendir rapparar fara at undihalda alla náttina. Tá fær Eclipse nevniliga forvitnisliga vitjan av einum donskum DJ, einum donskum rappara og einum donskum/arabiskum rappara. Dj Phil eitur tann eini. Hann vitjaði Eclipse í fjør, og tá var dansigólvið fylt alla náttina.

 

Marwan eitur annar rapparin. Hann er dani men hevur røtur úr Palestina og hevur gjørt um seg í danska rappumhvørvinum.

 

Hin rapparin, sum fer at framføra í Eclipse leygarkvøldið, er kendur. Hann nevnist USO og millum annað í einum rappbólki við navnframu LOC og Johnson. USO hevur 12 ár á baki sum rappari og hevur gjørt fleiri hitt, millum annað lagið ´Ingen Diskussion´.