Aftur í ár skipa Javni og ÍSB fyri Føroya kulasta Rørsludegi. Tiltakið verður í Klaksvík og er skipað soleiðis, at øll hava møguleika at luttaka.
Føroya Kulasti Rørsludagur verður í miðbýnum í Klaksvík komandi mánadag, og er skipað soleiðis at luttakararnir hittast í Vágstúni klokkan 17.30, har Gunnvá við Keldu, borgarstjóri fer at seta tiltakið. Íróttafelagið Treysti í Klaksvík stendur fyri upphitingini, sum verður beint eftir setanarrøðuna.
Eftir hetta verður runnið, gingið ella koyrt í koyristóli teinin úr Vágstúni, eftir Gerðagøtu og framvið Ósaskúlanum aftur til Vágstún. Ongi krøv verða sett til førleika ella avrik, hvør einstakur luttakari avgerð hvussu ofta tey renna og/ella ganga rutuna.
Komnir á mál, fáa luttakararnir eitt próvskjal og harafturat fáa tey vatn og gangmeti.