Kundarnir hava fingið milliardirnar

Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka, er ikki sørt vónbrotin av, at fólk framhaldandi leggja bankan undir at hava fingið almennan pening. »Bankin hevur ikki fingið eina krónu. Tilvildarligir innlánskundar fingu sína uppsparing bjargaða og vinnulívið ? og harvið samfelagið ? slapp undan einum sera álvarsligum skrædli«, sigur hann

Tað eru nú skjótt átta ár síðani Føroya Banki og Sjóvinnubankin vóru í so svárari neyð, at teimum tørvaði andahjálp. Upphæddirnar, sum landsstýrið settu í bankarnar vóru ikki smáar, men nú so long tíð er farin hevur tíðin víst, at tað var rætt, at gjalda tær 2.685 miøo. krónurnar fyri at bjarga bankunum.

Men bankin er sloppin at hoyra fyri, at hann hevur fingið peningin og tað heldur stjórin verið fullkomiliga burtur úr vón og viti, tí í hansara verð hevur sjálvur bankin ikki fingið eina krónu.

»Í mínari verð hevur landsstýrið bjargað uppspararum, vinnulívinum og harvið samfelagnum øllum við at skjóta peningin inn í bankan«, sigur Jørn Astrup Hansen »Og afturfyri hevur landsstýrið fingið ein banka, sum nú er sera væl fyri. Men vit hava eisini stríðst fyri tí«.

»Tey, sum mistu, vóru partaeigararnir ? og bara teir«, sigur Astrup.


Almenni bankin

Tann dagin í oktober 1992, tá føroysku myndugleikarnir ?mest sum á nátt ? vóru boðsendir at koma til Danmarkar á fyrsta sinni í hesum máli, var støðan álvarslig, sera álvarslig. Men tað var hon eisini nakrar fáar mánaðir seinni. Tær 500 milliónirnar, sum vóru settar í Sjóvinnubankan, sum nýggjur partapeningur, í oktober, vóru horvnar, sum døgg fyri sól.

Hóast tað kom sum ein skelkur fyri leiðsluna í bankanum, sum var sett bara nakrar heilt fáar vikur frammanundan, so var bara eitt at gera.

»Vit boðaðu eigarunum frá ein fríggjadag, at fingu vit ikki pening um vikuskiftið, so lat bankin ikki uppaftur mánamorgun.« sigur stjórin. »So einføld var støðan«.

Bankin fekk peningin. Hann lat tí uppaftur mánamorgun og kundarnir vórðu bjargaðir.

Hetta er bankin ? og kanska serliga leiðslan ? sloppin at hoyra fyri aftaná.

»Almennur banki er tað heitið, sum vit oftast fáa á okkum, og tað rennur mær kalt niður eftir rygginum tá eg hoyri tað, tí í veruleikanum hevur bankin ikki fingið eina krónu til sín sjálvs. Ikki eina krónu«, sigur ein ógvuliga avgjørdur stjóri.

»Hvør einasta króna er farin til skuldina sum bankin hevði, til at bjargað viðskiftafólkunum, sum í hesum føri vóru tilvildarligir innlánarar og ikki minst at bjarga vinnulívinum, sum hevði farið so syngjandi á húsagang, um bankin ikki varð bjargaður«, sigur Jørn Astrup Hansen.


Samanleggingin var røtt

Tá støðan nú verður gjørd upp aftaná ? og hugt verður í bakspegli, so er so lætt at vera klókur upp á tað, sum varð gjørt skeivt, men vit kunnu staðfesta, at tað vóru taparar í sambandi við bankabjargingarnar og tað vóru partaeigararnir.

»Teir mistu hvørja krónu, sum teir áttu í bankanum, og teir vóru teir einastu, sum ikki vóru bjargaðir«, sigur Astrup.

Tá landsstýrið hevði ognað sær báðar bankarnar var tað næstan ein sjálvfylgja, at teir vóru lagdir saman, tí í nógvum førum var talan um ein sera kostnaðarmiklan dupultrakstur. Báðir bankarnr høvdu tilsamans uml. 70 avgreiðslustøð kring landið og tað sigur seg sjálvt, at tað er ikki uttan kostnað.

»Nú hava vit rationaliserað bankan og gera tað støðugt, fyri at reka hann so bíliga sum gjørligt. Nú eru vit niðri á 25 avgreiðslustøðum. Vit hava nú um 200 starvsfólk móti teimum 400, sum vóru áðrenn, og vit gera stórt sæð tað sama arbeiði«, sigur Astrup »Og m. a. tað ger, at vit kunnu halda ein lágan rentumarginal«.

Ikki kann sigast annað enn, at tað hevur eydnast til fulnar at reka bankan búskaparliga rættari enn tað varð gjørt undir gomlu skipanini, tí samantalda yvirskot bankans síðani samanleggingina fyri skatt er 1,5 mia. krónur.

»Men tað eydnaðist bara av tí at politikararnir tordu at seta peningin í bankan og seta seg sjálvar uttan fyri ávirkan« sigur Astrup »tí tað hava teir nevniliga gjørt. Nevndin og stjórnin i bankanum arbeiðir fullkomiliga uttan ávirkan frá politikarunum«.


Ikki ein almennur kassi

Hóast eigaraviðurskiftini í Føroya Banka eru púra greið, og at talan er um ein banka, sum tað almenna eigur við húð og hár, so leggur stjórin í bankanum dent á, at talan ikki er um ein almennan banka og enn minni, at talan er um ein almennan kassa.

»Tað er ikki upp á tal. Bankin er ein peningastovnur og verður rikin eftir handilsligum treytum. tað merkir, at vit í hvørjum einstøkum føri gera metingar um, hvørt tað er rætt at fara inn í eina verkætlan ella ikki. Vit hyggja ikki at hvat tann politiska síðan sígur, tí tað eru ikki politikararnir, sum hava ábyrgdina av bankanum. Tað hevur nevndin og stjórnin. Vit hava ábyrgdina fyri tí dagliga rakstrinum og hana ætla vit at liva upp til«, sigur Jørn Astrup Hansen.

»Pengarnir, sum vóru settir í bankan, vóru settir í fyri at bjarga samfelagnum ísær sjálvum og ikki bara bankanum, og sum sagt hevur sjálvur bankin ikki fingið pengarnar« sigur Astrup »tað fingu kundar bankans. Innlánarar og útlánarar. Fingu teir ikki tað so fór samfelagið av knóranum«.

Og sambært ársfrágreiðingini, so heldur stjórin í Føroya Banka, at teir, sum hava sett peningin í, hava fingið valuta fyri hann.

»Bankin hevur goldið knappar 150 mió. krónur í skatti og hevur goldið knappar 600 mió. krónur í vinningsbýti og harafturat hevur bankin eina eginogn upp á knappar 1,1 mia. krónur. So tað var rætt at skjóta peningin í bankan, men fyri tað er ikki talan um ein almennan kassa«, sigur Jørn Astrup Hansen, sum gleðir seg til tann dag, tá kritikararnir leggja henda óvana frá sær.