Kundby-málið: Rættarmálið byrjar í dag

Rættarmálið móti 17 ára gomlu donsku gentuni, sum er ákærd fyri at stuðla yvirgangi, byrjar í dag.

Í dag byrjar sonevnda Kundby-málið, har ein 17 ára gomul donsk genta er ákærd fyri at stuðla yvirgangi. 

 

 

Málið byrjaði 13. januar í fjør, tá løgreglan gjørdi eina húsarannsókn í einum sethúsum í Kundby. Har fann løgreglan spreingievni og út á kvøldið varð tann tá 15-ára gamla gentan handtikin.

 

 

Dagin eftir varð gentan varðhaldsfongslað, skuldsett fyri at hava spreingievni og fyri at fyrireika álop móti tveimum skúlum. 

 

 

Annan dagin eftir, 15. januar, meldar ein 24 ára gamal maður seg til løgregluna. Hann hevur áður verið í Sýria, har hann hevur lært seg at nýta vápn. Hann verður eisini varðhaldsfongslaður í málinum.

 

 

10. februar í ár verða skuldsetingarnar móti manninum sleptar og hann verður leyslatin úr varðhaldinum. Samstundis verður ákæra reist móti gentuni, sum enn er varðhaldsfongslað.

 

 

17. februar verður ákæruskrivið móti gentuni almannakunngjørt. Ákæruvaldið vil vera við, at gentan einans hevur bíðað eftir boðum um at loypa á skúlarnar. Samstundis verður hon ákærd fyri grovan harðskap, fyri at við vápni at hava lopið á eina kvinnu, sum arbeiddi á stovninum, har hon var varðhaldsfongslað. Vápnið var eitt glasbrot frá einum brotnum spegli.

 

 

Ákæruvaldið krevur, at gentan verður dømd í varðhald í óásetta tíð. Hetta kann einans krevjast, um viðkomandi er ákærdur fyri serliga álvarsom lógarbrot og tí at mett verður, at viðkomandi er til vanda fyri sínar umstøður.

 

 

Stutt undan varðhaldsfongslini hevði gentan vent við til islam.