Kundi enda galið

Í gjárkvøldi kundi tað enda galið, tá ið ein klaksvíkingur var farin í hjallin at svíða seyðarhøvd.

 

Hann hevði sviðið nøkur høvd, tá ið hann sløkti gassblussið og legði tað frá sær, tí hann skuldi okkurt ørindi.

 

Men glóðheita gassblussið datt niður á okkurt sum brendi, og tað festi í.

 

Tey varnaðust royk úr hjallinum og sendi boð sløkkiliðnum, men har var meiri roykur enn tað var eldur og ongin skaði av týdningi hendi.

 

Men kanska ein áminning kortini um, hvussu neyðugt tað er at ansa sær tá ið fæst við eld, heldur løgreglan.