Kundi gingið galið í eini yvirháling

Tað er ikki vist, at bilførarin uppdagaði hann, men løgreglan vil fegin tosa við hann

Tað verður onkuntíð ført fram, at lítil prutl, sum bara koyra 30, eru ein stórur vandi, tí tey koyra ov seint til at fylgja við ferðsluni, og tað kann elva til vandamiklar støður, tá ið tey verða yvirhálað. Ein slík støða var á Vegnum Langa í Hoyvík, har tað kundi enda galið.

 

Ein bilur yvirhálaði eitt prutl, men undir yvirhálingini bar bilurin við prutli við teirri avleiðing, at tað koppaði. Prutlførarin, sum var ein ungur drongur, fekk ikki nevnivert mein av hendingini – størsta meini var nokk skelkurin hann fekk av hendingini, sigur løgreglan.

 

Løgreglan sigur, at stoyturin var ikki serliga stórur, og tað er ikki sagt, at bilførarin yvirhøvur uppdagaði tað. Men undir øllum umstøðum helt bilurin fram, sum um einki var hent. Løgreglan vil fegin í samband við bilførarin, men tey vita ikki, hvør tað er. Tey fingu ikki nummarplátuna og tað einasta, drongurin á prutlinum visti at siga, var, at talan var um ein hvítan bil – kanska ein Volvo.