Í dag hava føroysku svimjararnir roynt seg í fyrstu innleiðandi riðlunum til HM sum verður svomið í Kanada. Heimasíðan hjá svimjisambandinum skrivar, at talan kundi havt verið um betri byrjan fyri føroysku svimjararnar.
Pál Joensen og Óli Mortensen royndu seg í 400 metrar frí, meðan Sára Nysted svam 200 metrar frí. Felags fyri øll trý var, at tey svumu eitt vet verri enn besta tíðin er, sum tey hava svomið.
Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag var fyrstur at royna seg, í riðli har hann lá til at verða ein av teimum skjótastu. Hann legði varliga út, men svam seg so líðandi inn aftur í kappingina, til 3:52.26 og eitt 6. pláss í riðlinum, ella nr 46 av øllum 72 luttakandi. Besta tíð hjá Óla er 3:50.06, frá stevnu í Svøríki í oktober.
Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag var so næstur, og sá hann mest út til at svimja ‘pace’ sum fyrireiking til 1500, seinni í vikuni. Dragnaði eitt sindur beinanvegin, og dragnaði so meira so hvørt, til 3:50.95 og síðstapláss í sínum riðli, ella nr 44 av teimum 72 luttakandi. Besta tíð hjá Páli er hansara føroyska met á 3:40.12, frá EM í Istanbul í 2009.
Í næstfylgjandi kapping royndi Sára Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag seg, í 200 frí á geil 0 ytst í riðli 6. Hon legdi út við at fylgja hinum 9, men helt hetta tíverri ikki til longur enn umleið 100 metrar, til hon mátti sleppa og endaði síðst í sínum riðli, við tíð 2:07.41 og plasering sum nr 56 av teimum 84 luttakandi. Besta tíð hjá Sáru er hennara føroyska met á 2:02.60, frá Oyggjaleikum á Jersey í 2015.09.
Heimasíðan hjá svimjisambandinum skrivar, at tað samanumtikið ikki var talan um tær heilt stóru skreytirnar sum føroysku svimjararnir vístu hendan fyrsta dagin til HM á stuttgeil. Men vikan er long, og at nú er man í gongd.
Seinni í vikuni skulu Pál Joensen og Óli Mortensen royna seg í ávikavist 200 og 1500 metrar frí, meðan Sára Nysted skal svimja 100 og 200 metrar blandað, umframt 100 og 400 metrar frí.