- Vandi er fyri, at tað verða bara tey, sum eru væl fyri, sum fáa ráð at leiga sær íbúð frá Bústøðum.
Tað halda bæði politikarar og áhugafeløg, sum vara av teimum veikastu bólkunum í samfelagnum.
Hesi næstu árini hevur Bústaðir sett sær fyri at byggja 100 leiguíbúðir um árið kring alt landið, ella einar 500-700 íbúðir tilsamans, alt eftir, hvussu tørvurin vísir seg at vera.
Ein týðandi partur av hesi stórfingnu ætlan, var, at ein partur av íbúðunum skuldi vera so mikið bíligar at leiga, at eisini teir veikastu samfelagsbólkarnir skuldu hava ráð at fáa sær egið tak yvir høvdið.
Her varð serliga hugsað um fyritíðarpensjónistar, avlamispensjónistar, men ikki minst um stakar uppihaldarar og lesandi.
Almannamálaráðið hevur mett, at ein leiga upp á 5.500 krónur um mánaðin, er tað mesta, pensjónistar og fyritíðarpensjónistar kunnu klára.
Men feløg, sum varða av fyritíðarpensjónistum halda, at hetta talið er ov høgt sett.
Bæði Sigrun Wardum, forkvinna í Javna og Ása Olsen, dagligur leiðari í Meginfelag teirra brekaðu, halda, at ein leiga á gott 4000 krónur um mánaðin, við ljós og varma, er tað mesta, hesir samfelagsbólkar orka at rinda.
Tey vísa á, at nógv av fólkunum í hesum samfelagsbólkum, hava eisini regluligar útreiðslur til heilivág, fysioterapi og aðrar viðgerðir.
Ikki ráð
Heldur ikki Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og ein upphalvsmaður til at seta hesa ætlanina hjá Bústøðum í verk, er fegin um støðuna.
Sjálvur hevur hann havt ein leiklut í málinum, tí hann var landsstýrismaður í fíggjarmálum tá ið stórur partur av hesum varð fyrireikaður og tá ið lógin, sum byggingin hjá Bústøðum byggir á, varð samtykt í Løgtinginum.
Men hann varð krøktur av ætlanin, tí nýval varð útskrivað og so vóru hansara dagar sum landsstýrismaður, taldir í tí umfarinum.
Og hann staðfestir, at tað, sum er hent síðani, hóvar honum ikki.
- Hetta var ikki tað, eg ætlaði, og mær dámar ikki gongdina, sigur hann.
Hann ásannar, at ætlanin hjá Bústøðum at byggja hundraðtals leiguíbúðir kring landið er eitt stórt framstig.
Men hann staðfestir, at tað eru nógvir samfelagsbólkar, sum ikki hava ráð rinda yvir 5000 krónur um mánaðin í leigu.
- Hetta eru samstundis teir samfelagsbólkar, sum hava størstan tørvin á at fáa eina bíliga íbúð, leggur hann afturat.
Hann sigur, at eftir leistinum, hann hevði lagt, kundi Bústaðir leiga íbúðir fyri einar 3000 krónur um mánaðin.
- Tað ber væl til at hava leiguna so bíliga, staðfestur hann, tí Bústaðir hava nógvan eginpening, einar 370 milliónir í reiðum peningi, umframt aðrar 300 milliónir í útistandandi lánum.
Kann verða bíligari
Hann sigur, at ístaðin fyri at Bústaðir setir leiguprísin eftir tí, at felagið skal hava íløguna aftur eftir 20 árum, skuldi Bústaðir bara tikið sær eitt avkast á trý ella fýra prosent.
- So hevði leigan ligið niðri á 3.000 – 4.000 krónur um mánaðin.
- Tað eigur at bera til at byggja eina hampiliga stóra íbúð eina millión krónur. Verður leigan roknað eftir, at Bústaðir skal hava eitt avkast á trý prosent um árið, er leigan eini 2.500 krónur um mánaðin. Verða so einar 1.000 krónur lagdar oman á at halda íbúðina fyri, verður leigan tilsamans 3.500 krónur um mánaðin.
Aksel V. Johannesen sigur, at hansara ætlan var eisini, at nakrar íbúðir skuldu beinleiðis markast til ávísar samfelagsbólkar, pensjónistar, fólk sum bera brek, stakir uppihaldarar o.s.fr.
- Tað er ikki gjørt nú og tí kann endin vera, at tey, sum fara at ogna sær íbúðir frá Bústøðum, verða tey, sum eru væl fyri og ikki tey, sum hava størstan tørvin á at fáa íbúð, sigur Aksel V. Johannesen.