At gera ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar er eitt ómetaliga stórt og umfatandi arbeiði. Men hvussu stór ein slík verkætlan er, hevur Landsverk lýst við nøkrum tølum.
Landsverk sigur, at verður tunnilin gjørdur, verður talan um heilar 3,1 milliónir kubikk av grótið, sum skal borast úr tunlinum og herbergast onkustaðni
Verður tað lagt á ein fótboltsvøll, hevði rúgvan verið 600 metrar høg. Og verður grótið lagt í Vágsfjørð, hevði tað fylt allan tann innara partin av fjørðinum, heilt av sandinum, út á Oyrarnar, har Pálshøll stendur. Og so høvdu Føroyar verðið 0,025 prosent størri, enn tær eru í dag, sigur Landsverk.
Men tá ið tunnilin er komin, kunnu 99 prosent av føroyingum koyra í túnið hjá hvørjum øðrum, og tá verða tað 68 kilometrar at koyra av Krambatanga til Havnar, tað verða 84 kilometrar at koyra av Krambatanga til Runavíkar, tað verða 108 kilometrar til Klaksvíkar og 112 kilometrar at koyra av Krambatanga á Flogvøllin.