Condoleezza Rice legði ivaleyst brenni á bálið, tá hon fyrrakvøldið segði, at heimurin hevði kanska kunnað sloppið undan krígnum í Irak, um nóg stórt og nóg áhaldandi diplomatiskt trýst bleiv lagt á fyrrverandi stýrið í Bagdad.
-Hernaðarlig tiltøk eru ikki altíð tann besta loysnin. Í Iran hava vit valt at nýta altjóða trýst og samstarv. Vit hava sagt iranum, hvat teir skulu gera. Diplomatiskt trýst kann loysa summar kreppur. Høvdu vit nýtt tann háttin ímóti Irak, hevði tað kanska virkað, segði Condoleezza Rice við tíðindafólk í New York hóskvøldið.
Orð hennara koma ivaleyst væl við hjá teimum, sum finnast at George W. Bush, forseta og stjórnini fyri kríggið í Irak. Eygleiðarar í USA siga, at alt fleiri og fleiri amerikanarar eru farnir at stúra fyri, at USA førkar seg longri og longri burtur frá hinum partinum av heiminum.
-Vit fara skeivan veg, og verri er, at vit hava ikki ráð til tað. Politikkurin hjá stjórnini at taka altjóða mál í egnar hendur og at velja ósemjur heldur enn samgongur er ein stórbroyting í amerikonskum uttanríkispolitikki, sigur Sandy Berger, sum var trygdarráðgevi hjá Bill Clinton.
Men Condoleezza Rice gjørdi støðuna hjá Bush-stjórnini greiða hóskvøldið:
-Politikkurin hjá USA er politikkurin hjá USA og ikki nøkrum øðrum, segði hon.