- Ístaðin fyri at brúka teir læknarnar vit hava í Føroyum, verða dýrir, útlendskir læknar fluttir heim til Føroya at arbeiða og tað er oyðsl.
Tað staðfestir Jenis av Rana, kommunulækni.
Hann er ein av teimum kommunulæknum, sum ger nógv burtur úr at vísa sjúklingum til urologiska viðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
- Bíðitíðirnar eru styttri og bara tað sparir almannaverkinum og samfelagnum fyri nógvar pengar í styttri sjúkrameldingum.
- Sjálvt um einasti urologur í Føroyum arbeiðir á Suðuroyar Sjúkrahúsi, er tað at undrast á, at hann ikki verður brúktur til fulnar, tí Heilsiverkið fær heldur útlendskar urologar hendavegin.
Jenis av Rana saknar grundgevingar fyri hesum, tí hann staðfestir, at urologurin á Suðuroyar Sjúkrahúsi er ómetaliga dugnaligur, samstundis sum at hann er væl útgjørdur við tólum.
Men nú er ein grundgeving, at ongin urologisk serdeild er skipað á Suðuroyar Sjúkrahúsi?
- Tað er rætt. Men støðan er tann, at hann er so har við øllum tí serkunnleika, sum krevst. Og eru tað viðgerðir, hann ikki kann gera á Suðuroyar Sjúkrahúsi, átti tað at verið munandi bíligari at fingið hann norður á Landssjúkrahúsið at arbeitt ávísar tíðir, heldur enn at fáa læknar úr Danmark hendavegin, sigur Jenis av Rana.
- Tað átti at latið seg gjørt í einum felags Heilsuverkið, leggur hann afturat.
Jenis av Rana vildi eisini mett, at tað var nóg mikið við einum urologi í Føroyum, verður hann brúktur til fulnar.
- Vit mugu arbeiða útfrá støðuni, sum hon er, og tað er okkurt ravruskandi galið, tá ið vit heldur brúka læknar úr Danmark, heldur enn í Suðuroy, leggur hann afturat.
LES EISINI GREININA:Kunnu spara milliónir um árið
LES EISINI GREININA:Serlæknarnir skulu miðsavnast í Havn
LES EISINI GREININA:Má liggja í fastari legu.