Kunna danir um Føroyar

Endamálið við politikkinum hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi er at samstarva og finna loysnir. Rikni politikkurin hevur víst, at samstarvið millum Føroyar og Danmark ikki hevur verið gott, og at viljin til at finna loysnir hevur skortað. Hetta hevur ført til, at partarnir verða settir upp ímóti hvørjum øðrum, so einki fæst burtur úr.

 

Vit fara at brúka fólkatingsumboðanina til at upplýsa og kunna danir um føroysk samfelagsviðurskifti. Ymsar danskar sjónvarpssendingar um Føroyar og ymsar útsagnir frá donskum politikarum og »serfrøðingum« vísa, at almenna vitanin um Føroyar í Danmark er ov lítil. Fyri at fáa eina loysn á ríkisrættarligu viðurskiftunum er tí eisini neyðugt, at almenna vitanin millum danir um Føroyar er størri.

Mítt uppskot er, at farið verður undir eitt skipað kunningararbeiði í Danmark. Hetta kunningararbeiðið, saman við tí kunningararbeiði, sum er gjørt í Føroyum við t. d. Hvítubók og í Grundlógarnevndini, skal verða við til at leggja støðið fyri Sjálvstýrislógini. Tað er eyðsæð, at fólksligi stuðulin er ein treyt fyri nýggju ríkisrættarligu skipanini fyri Føroyar.