Tey, sum hava hug at lesa læknavísindi, kunnu nú hitta føroyingar, sum lesa læknavísindi í Pólandi Seinastu árini hava føroyingar víst áhuga í at lesa medisin í Stettin í Pólandi, har frálæran er á enskum. Eitt nú hava norðmenn og sviar brúkt hendan møguleikan í fleiri ár.
Altjóða Skrivstovan sigur, at tð er lættari at koma inn á eina medisinútbúgving í Pólandi enn í norðurlondum og Bretlandi. Samstudis er frálæran eitt sindur ørvísi enn vit eru von í norðurlondum, men seks føroyingar, ið lesa í Pólandi nú, eru vælnøgd. Ùtbúgvingin gevur somu førleikar sum aðrar medisinútbúgvingar í norðurlondum.
Summi av teimum føroysku medisinlesandi í Pólandi eru í páskafrí í Føroyum hesar dagarnar. Tey vilja fegin hitta studentar og studentaskúlanæmingar, ið kundu havt áhuga í at lesa medisin í Pólandi og samstundis greiða frá, hvussu frálæran fer fram og um umstøðurnar at lesa í Pólandi.
Tað er ikki ov seint at søkja inn á medisinútbúgvingina í ár, um mann hevur áhuga, røttu fakini og karakterir til tess.
Møguleikin at hitta tey medisinlesandi í Pólandi verður í Ova-stovu, Nóatún 3 (við síðuna av Vinnuháskúlanum og Havstovuni) í Havn mikudagin 15. apríl frá kl. 16.00 ? 18.00, sigur Altjóða Skrivstovan.