Billund Air Center hevur kunningarfund um tyrlu- og flogskipara útbúgving í Miðlahúsinum í kvøld klokkan 19.00.
Tað eru helst mong, ung sum gomul, ið hava ein dreym um at gerast flogskipari.
Ein av skúlunum, sum kann gera hendan dreymin til veruleika, er Billund Air Center (billundaircenter.dk), sum hevur drúgvar royndir innan hetta yrkið.
Chief Flight Instructor CFI (A) Lars Kristensen fer at greiða frá útbúgvingini.
Undir greinini ber til at hoyra eina samrøðu við Lars Kristensen um útbúgvingarnar og umstøðurnar hjá Billund Air Center.