Fólkafundurin: OM, sum er ein kristin felagsskapur hevði eisini ein bás á Fólkafundinum norðuri í Klaksvík. OM-Ships er ein partur av OM, og einasta skipið, sum OM-ships hevur í sínum flota, er gamla Norrøna, sum í dag eitur "Logos Hope".
Kanadiumaðurin, Miles Toews umboðaði høvuðsskrivstovuna hjá OM-ships á Fólkafundinum norðuri í Klaksvík. Miles Toews greiddi frá, at tann føroyska søgan hjá skipinum Logos Hope sæst væl og virðiliga aftur umborð á skipinum, har nógv verður gjørt burturúr at greiða frá gomlu Norrønu, og myndir úr Føroyum eru eisini at síggja umborð á Logos Hope.
Miles Toews vónar at síggja fleiri føroyskar navigatørar og maskinmenn umborð á gomlu Norrønu, tí hann heldur føroyskir sjómenn eru millum heimsins bestu.
Undir myndini av Logos Hope - Gomlu Norrønu - ber til at hoyra eina samrøðu við Miles Toews.