Ikki færri enn 54 ymisk lond vóru umboðað, tá Sendistova Føroya í Danmark fríggjadagin skipaði fyri einum kunningartiltaki á Norðuratlantsbryggjuni um silda- og makrelmálið.
Til tiltakið møttu bæði sendiharrar í Kjøpinhavn, fólkatingslimir, miðlar og onnur. – Vit hava merkt stóran áhuga í diplomatiska umhvørvinum fyri málinum, sigur føroyski sendiharrn í Danmark, Sigmundur Ísfelt.
– Hetta tiltakið er ein liður í støðugt at kunna umheimin um okkara støðu í silda- og makrelmálinum, sigur hann um tiltakið, sum skuldi greiða nærri frá føroysku støðuni í silda- og makrelmálinum mótvegis ES.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Bjørn Kunoy, doktari í løgfrøði, tosaðu um, hví føroyskir myndugleikar hava gjørt av at skjóta ósemjuna við ES inn fyri ein altjóða gerðarætt.
Løgmaður segði, at Føroyar snøgt sagt ikki kunnu halda fram við at góðtaka, at eitt so ríkt fiskatilfeingi svimur í føroyskum sjóøki, men sum onnur troyta størsta partin av.
– Tí vilja vit hava eitt nýtt býti, segði Kaj Leo Johannesen, sum av tí sama segði seg harmast, at ES hevur sett handilstiltøk í verk.
– Vit halda, at ES brýtur sínar altjóða rættarligar skyldur, og tí hava vit skotið málið inn fyri altjóða gerðarætt, segði hann.