Kunnar útlendskar bilførarar um koyring í Føroyum

Landsverk hevur nú gjørt ein stuttan film, sum kunnar útlendskar bilførarar um ferðsluviðurskifti í Føroyum. Filmurin umfatar bæði ferðslutrygd og um atburð í ferðsluni.

Nógvir útlendingar halda, at tað er ein serlig avbjóðing at koyra í Føroyum, tí her er bratt og smalt og nógvir smalir tunlar.

Hetta ger tað kanska serliga neyðugt at vísa neyðugt varsemi og kurteisni.

- Summarið er tann árstíðin, har flest útlendsk ferðafólk leita sær hendanvegin við bili. Flestu teirra eru ókendir við føroysku ferðsluna og hava lítlar ella ongar royndir við teimum serligu fyribrigdunum, ið eru eyðkend fyri okkara ferðslu og ferðslukervi.

- Hetta eru vansin seyði á vegnum og einbreytaðum vegum og tunlum, góð dømi um.

Tí hevur Landsverk nú gjørt ein stuttfilm, ið vendir sær beinleiðis til útlendingar.

Filmurin viðger tey atlit, sum allir bilførarar eiga at taka, tá koyrt verður í Føroyum.

- Talan er um ein teknifilm, sum á greiðan hátt vísir nakrar støður, ið allir bilførarar kunnu koma út fyri á føroyskum vegum og í tunlum.

- Ikki minst hvussu einstaki bilførarin best tekur hædd fyri slíkum støðum og kemur best burtur úr teimum.

Landsverk hevur heitt á ferðaskrivstovur, flutningsfeløg og aðrar veitarar innan føroysku ferðavinnu, at kunna ferðafólk um filmin og sýna hann, har tað ber til.

Filmurin kann síggjast á YouToube við at trýsta á slóðina niðanfyri