Kunngerðin kann elva til innannøring

Kann enda sum tað var fyri 20 árum síðani

Kemur nýggja kunngerðin um ferðing við hundi í gildi, er vandi fyri, at innannøring verður aftur at síggja millum føroyskar hundar.

Maria Bonde Vinther og Rúni Sundberg Patursson frá Hundaeigarafelag Føroya og Føroya Hundaførarafelag hava víst á, at nýggja kunngerðin, sum er send til hoyringar, er ikki nøktandi.

Kunngerðin fer at gera tað vónleyst at fremja hundaítrótt í Føroyum, umframt at hon kann elva til innannøring millum serlig hundasløg.

Hundastovnurin, ella rættari hundastovnarnir, eru so lítlir í Føroyum, at ofta er neyðugt at fara í útlond at fáa hundin ígitnan.

Kemur nýggja kunngerðin í gildi, fer tað ikki at bera til at fara av landinum við hundinum, og so kann tað enda við, at fólk fara at para hundarnar í Føroyum, sum eru sama slag, uttan at vita, at hundarnir møguliga eru í ætt.

– So fáa vit innannøring og fara ímóti hundavælferðarlógini frá 2018, sum sigur, at ein og hvør aling skal hava til endamáls at fremja eginleikar, ið geva sterk og treyst djór við góðari heilsu og góðum virkisførleikum, sigur Maria Bonde Vinther.

Meira er at lesa um atfinningarnar hjá hundafeløgunum í Sosialinum.