Kunning um flogvallir

Upplegg til kjak, segði landsstýrismaðurin í Vinnumálum um framløguna hjá Landsverk. Valflesk, førdi andstøðan fram Bjarni Djurholm hevði í morgun bjóðað inn til kunnandi fund, har Landsverk kunnaði um gongdina higartil í kanningunum um í fyrsta lagi útbygging av flogvøllinum í Vágum og í øðrum lagi einum alternativum flogvølli aðrastaðni í landinum.

Útbyggingin av flogvøllinum í Vágum er longu samtykt í Fíggjarnevndini, og er her talan um eina útbygging, sum fer at kosta mettar 365 milliónir krónur. Sambært Landsverk er frægasta loysnin fyri pengarnar at økja verandi vøll til 1600 metrar.

Umframt sjálva leingingina av vøllinum verður eisini neyðugt at flyta og umbyggja verandi terminal, so hann lýkur altjóða treytir. Eisini verður neyðugt at víðka um trygdarøkið við síðuna av sjálvari flogbreytini, umframt at trygdarøkir sku.lu gerast hvørju megin endarnar á breytini.

Eisini hevur verið kannað eftir í eina tíð, hvar ein møguligur alternativur flogvøllur kann leggjast í landinum. Og í seinastuni hevur mest verið tosað um Glyvursnes og Søltuvík, og skitsur eru gjørdar av hesum økjum. Fleiri alternativar breytir eru skitseraðar á Glyvursnesi, men deils verður talan um dýrar loysnir, og deils fer ein flogvøllur har at liggja rættiliga høgt.

Eitt annað alternativ er eisini nevnt, men sambært Landsverk meta ráðgevararnir ikki til at Skorðhædd er rætta staðið at leggja ein flogvøll.