Kunningarstova latin upp í Nólsoy

Fyrrapartin í dag var móttøka í nýggju kunningarstovuni í Nólsoy, sum skal gerast miðdepilin fyri ferðavinnuvirkseminum í oynni Bæði býráðið og ferðavinnan var væl umboðað, tá móttøka var í nýggju kunningarstovuni í Nólsoy fyrrapartin.

Nýggja kunningarstovan húsast í einum gomlum pakkhúsum frá 1787, sum upprunaliga var bygt sum fiskahús, men seinni var nýtt til handil, hin fyrsti av sínum slag í Nólsoy.

Roynt hevur verið at varðveitt upprunaliga tilfarið har tað hevur verið møguligt, og eitt nú diskurin er gjørdur av klædningsviði, sum framvegis var nýtiligur, eftir at klædningurin var skiftur út.

Arbeitt hevur verið í eina tíð við ætlanunum um at skapa grundarlag fyri einari munandi ferðavinnu í Nólsoy, og ein arbeiðsbólkur varð skipaður í fjør við hesum endamáli. Í vetur keypti Eirik Hansen, sum er limur í arbeiðsbólkinum Pakkhúsið hjá Petersen, sum tað vanliga verður rópt, og síðani hevur verið fingist við at umvæla tað og gera tað um til eina kunningarstovu.

Strilti hevur gingist við at fáa fatur á tilfarinum, og nú tíðin nærkaðist hevur verið arbeitt í »døgndrift« fyri at fáa hølini klár til móttøkuna í morgun. Og tað eydnaðist.