Tað einasta rætta er at leggja øll tey trý sjúkrahúsini í Føroyum saman í eina skipan.
Tað heldur Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn, nú Løgtingið umrøðir, hvussus sjúkrahúsverkið skal samskipast.
– Sum nú er, er tað Landssjúkrahús sum at kalla einsamalt stórt hevur ábyrgdina av øllum landinum, Menso hava vit eisini tvey lokalsjúkrahús, sum fyrst og fremst loysa tað lokalu uppgávuna, umframt at tey veita nakrar tænastum, sum allir føroyingar hava gleði av, sigur hon
– Men samtíðis eri eg sannførd um, at tað er Landssjúkrahúsið, sum hevur liðið mest undir, at føroyska sjúkrahúsverkið ikki er nóg væl samskipað, leggur Ruth Vang afturat.
Her hugsar hon serliga um arbeiðstrýstið og plásstrot, sum hevur merkt bæði sjúklingar og starvsfólk.
– At vit nú flyta nakrar uppgávur frá Landssjúkrahúsinum til Klaksvíkar og til Suðuroyar kann bara gagna øllum, tí Landssjúkrahúsið verður avlastað, samstudis tey minni sjúkrahúsini, sum annars hava óttast niðurlaging, fáa fleiri uppgávur.
Hon sigur, at hon veit ongan politikar, sum ikki tekur undir við, at vit framhaldandi skulu hava virksemi á øllum trimum sjúkrahúsunum.
– Okkum tørvar hvørja einastu song og hvørja einastu hond og skipa vit sjúkrahúsverkið sum eina eind, ber tað til at gagnnýta tey betur.
Tvørtur ímóti heldur Ruth Vang, at við teimum avbjóðingum vit hava, at verður Klaksvíkar Sjúkrahús varðveitt sum eitt isolerað lokalt sjúkrahús, er tað tryggasti mátin at niðurlaga tað uppá.