Kunnu enda í ongamanna landi

ÍF og TB skulu í dag stríðast fyri at vinna sætta plássið

Fuglfirðingar vóru mánadagin sera vónbrotnir eftir 1-0 tapið í Gundadali ímóti HB. Bartal Eliasen veit væl, hvat tað snýr seg um, um tað skal eydnast at sleppa av sjeynda plássinum, sum ÍF nú er á. Fyrsti møguleikin er ídag. Um tað eydnast at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti TB seinnapartin, so lyftir ÍF seg framum tvøramenn:

-Tað nyttar ikki at spæla væl ímillum brotsteigarnar, um mótstøðuliðið skorar, og vit lata mál fara ígjøgnum og ikki sjálvir skora mál, staðfestir Bartal Eliasen.

Undan kappingarbyrjan varð nógv gjørt burturúr, at ÍF í Adeshina Lawal og Clayton Soares átti vandamiklasta álopsparið. Higartil hava teir báðir tilsaman skorað seks mál.

Jan Ó. Ellingsgaard er burturstaddur, og Ari Ó. Ellingsgaard er leikbannaður. Áki Petersen er tøkur aftur eftir skaðasteðg.

 

Higartil hevur TB vunnið einaferð á heimavølli og tvær ferðir á útivølli. Sjey ferðir er tað endað javnt. 1-1 á heimavølli ímóti AB 2. hvítusunnudag var vónbrot, hóast miðvallarin Heini Mikal Mortensen ásannar, at spælið ikki hekk væl saman – serliga í 1. hálvleiki:

-Vit hava verið darvaðir av, at onkrir hava verið burturstaddir, og av at aðrir hava verið skaddir. Nú eru vit manningarliga betri fyri aftur. Vit hyggja framvegis uppeftir, og vit kunnu fegnast um, at dystargongdin aftur og aftur vísir, at hugburðurin er góður. Tíverri fáa vit oftast fyrst mál ímóti okkum, men kortini eydnast tað at svara aftur. Vit vóna, at tað í Fuglafirði skal eydnast okkum at skora fyrsta málið, og at vit so megna at halda tørn, sigur Heini Mikal Mortensen hjá TB.

Tað er styrkur, at Rógvi Joensen og Teitur Justinussen eru tøkir aftur. Arthur D. Poulsen er framvegis skaddur.