nærhendis amerikanska høvuðsstaðnum Washington, kunnu vænta sær deyðarevsing, sjálvt um annar teirra bert er 17 ára gamal.
John Ashcroft, løgmálaráðharri hevur sagt, at menninir koma fyri rættin í statinum Virginia, har dómsvaldið ber orð fyri at nýta deyðarevsing líka ofta sum Texas, sum eigur amerikanska metið, tá tað snýr seg um at døma fólk til deyða.
John Ashcroft legði afturat, at verður tann 17 ára gamli John Lee Malvo funnin sekur, kann hann verða dømdur til deyða.