Kunnu fáa Norrønu at sigla nakrar túrar til Suðuroyar

– Kanska fer Erla Kongsdóttir eisni sigla nakrar túrar, sigur landsstýrismaðurin

Her er Norrøna á veg inn eftir Vágsfjørði. Hesa sjónina fáa suðuroyingar kanska at síggja aftur í heyst

Tað stendur á gomlum nøglum, nú Smyril fer í dokk um einar tvær vikur, fríggjakvøldið, 19. august, og verður burtur til mánadagin 3. oktober. Íslendska ferjan, Herjolfur 3 skal røkja suðuroyarsiglingina, men hann tekur ikki so frægt sum ein triðing av teimum bilum, sum Smyril tekur. Tí verður stúrt fyri, at tað verður ruðuleiki í sambandi við flutningin av bilum og farmi á suðuroyarsiglingina, tá ið Herjólfur verður settur í sigling fyri Smyril.

 

Løgtingið hevur nú samtykt, at Strandferðslan skal fáa eina eykajáttan, soleiðis at Herjólfur kann sigla tveir túrar um dagin við fólki og persónbilum, og so ein túr afturat um náttina, sum verður ein farmatúrur burtur av.

 

Men harafturat kemur, at Herjólfur 3 er 30 ára gamal og sostatt hevur hann sæð sínar bestu dagar. Tinglimir stúra eisini fyri, at Herjólfur kemur í sigling so seint upp undir, at Smyril skal í dokk, at tað verður ikki høvið til at vita, hvussu hann roynist á suðuroyarleiðini.

 

Yvirhøvur eru tinglimir, bæði í samgongu og í andstøðu á einum máli um, at Herjólfur er ikki ein nøktandi loysn. Og nú Løgtingið samtykti at veita Strandferðsluni eykajáttan til Herjólf, spurdu tinglimir úr andstøðuni um landsstýrið hevur nakra tilbúgving, skuldi eitt ella annað óhapp hent við Herjólfi, so at tað verður neyðugt at taka hann úr sigling. Skuldi tað hent, standa suðuroyingar á berum, tí so er einki ferðasamband.

 

Henrik Old segði, at hann hevði heitt á landsstýrismannin um at venda sær til Smyril Line fyri at vita um tað ikki er ein møguleiki, at Norrøna kann sigla nakrar túrar ímillum Havnina og Suðuroynna um vikuna. Sjálvur væntar hann, at tað hevði borið til, serliga nú Norrøna fer at sigla eftir vetrarferðaætlanini og sostatt ikki siglur líka nógv sum hon ger um summarið.

 

Hetta tóku fleiri tinglimir í andstøðuni undir við. Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, upplýsti fyri Løgtinginum, at í roynd og veru hevði hann verið í samband við leiðsluna í Smyril Line og tey høvdu boðað honum frá, at fer tað at standa á, eru tey til reiðar at hjálpa til við siglingini upp á Suðuroynna.

 

Men annars sigur hann, at í eini neyðstøðu er tað eisini ein møguleiki at lata Erlu Kongsdóttir sigla ímillum Suðuroynna og meginøkið. Hann hevur eisini verið í sambandi við Eimskip um at flyta farm.

 

Hann sigur, at nú fáa vit at síggja, hvussu gongur, tá ið Herjolfur fer at sigla, og hvussu hann fer at roynast, og so kann støða takast út frá tí. Landsstýrismaðurin sigur eisini, at Strandferðslan hevur gjørt tað, hon kann, og hetta er úrslitið, tí hon fann einki frægari skip. Men hann ásannar, at Herjólfur er lítil, so tað verður kanska ikki altíð so lætt hjá ferðafólki at fáa bilin við. Men ein tinglimur spurdi eisini, hví landsstýrið ikki hevði verið í samband við Atlantsflog um at lata tyrluna flúgva fleiri túrar ímillum Suðuroy og meginøkið hesa tíðina, Smyril er í dokk, men tað fingu tey ikki svar upp á.

 

 

 

Her er Norrøna á veg inn eftir Vágsfjørði. Hesa sjónina fáa suðuroyingar kanska at síggja aftur í heyst