Kunnu hava løgtings- og fólkatingsval sama dag

Tað ber til hjá løgmanni at skriva út løgtingsval at vera grundlógardagin, so føroyingar bæði kunnu velja bæði til Fólkatingið og Løgtingið sama dag. Men tað ætlar løgmaður ikki at gera.

Orsøkin til, at løgmaður hevði kunna valt sama valdag, sum forsætisráðharrin í dag valdi er, at Lars Løkke Rasmussen ikki hevur nýtt stytstu freistina at skriva út val, sum er 20 dagar. Hann hevur brúkt 29 daga freist, og tí kann løgmaður í morgin skriva út løgtingsval at vera sama dag.

Tí tá løgtingsval verður skrivað út, skal tað haldast í minsta lagi 28 dagar eftir og í mesta lagi 35 dagar eftir at tað verður skrivað út.

Men løgmaður ætlar sær ikki at halda løgtingsvalið sama dag sum fólkatingsvalið. Tað hevur hann sagt fleiri ferðir, og í samrøðu við Sosialin í kvøld segði løgmaður, at løgtingsvalið verður seinasta møguliga valdagin, 31. august.

Lars Løkke Rasmussen er tann forsætisráðharrin, sum hevur sitið longst í einum valskeiði í Danmark yvirhøvur. Í Danmark er ikki vanligt, at Fólkatingið situr í fýra á tamb, so sum vanligt hevur verið í Føroyum.

Síðani 1849, tá Danmark fekk fólkaræði, er tað ongantíð hent, at forsætisráðharri og eitt Fólkating hava sitið so tætt upp á fýra ár, sum stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen hevur sitið.

Tann sum kemur tættst upp á metið hjá Løkke er Jens Otto Kragh í 1964. Fólkatingsval var í 1960, og tað Fólkatingið sat í 3 ár, 10 mánaðir og 23 dagar. Tá fólkatingsvalið verður 5. juni hevur Fólkatingið sitið í 3 ár 11 mánaðir og 17 dagar.

Valskeiðið 1939 til 1943 var tó eitt sindur longri. Tá sat Fólkatingið í 3 ár, 11 mánaðir og 20 dagar. Men tá vóru tveir forsætisráðharrar. Thorvald Stauning doyði í 1942 og Vilhelm Buhl tók við.