Grønlendsku manningarreglurnar áseta, at allir dekkararnir skulu hava búð í Grønlandi í minsta lagi tvey ár, og at 60 prosent av yvirmonnunum skulu lúka bústaðarkravið.
Men fleiri av skipunum, sum nú fiska makrel, kunnu ikki halda reglurnar. Jens Bisgaard hjá Royal Greenland ásannar í samrøðu við blaðið Sermitsiaq, at trý av teirra skipum fáa ikki hildið manningarreglurnar.
-Vit vita, at hetta er ein trupulleiki, og at vit kunnu vænta okkum bót fyri at hava brotið manningarreglurnar. Men veruleikin er, at tað ber ikki til at fáa fólk við teimum neyðugu førleikunum, sigur hann.
Royal Greenland hevur ávarað um trupulleikan fyrr, men Jens Bisgaard væntar, at viðurskiftini fara at koma upp á pláss um tvey ár.