Kunnu ikki liva við at útlendingar verða soleiðis viðfarnir í Føroyum

John Johannessen, tingmaður úr samgonguni, hevur ikki álit á útlendingapolitikkinum hjá landsstýrinum

Útlendingamál

? Eg havi ikki álit á útlendingapolitikkinum hjá samgonguni.
Tað sigur John Johannessen, tingmaður fyri javnaðarflokkin og sostatt eisini tingmaður fyri samgonguna.
Hesi seinastu tíðina hevur eitt stríðsmál fyri og annað eftir verið frammi um, hvussu útlendingar verða viðfarnir av Landsstýrinum.
Seinasta málið var í Sosialinum í gjár, har vit fortaldu søguna um jugoslavan, Natashu Vucotic, sum býr í Hvalba og sum nú hevur bíðað í eitt heilt ár eftir svari úr Innlendismálaráðnum upp á eina umsókn um at fáa arbeiðsloyvið longt.
John Johannessen er ein av teimum tingfólkum, sum hava gjørt mest vart við seg seinastu tíðina í sambandi við útlendingamálini og vit hava spurt hann, um hann góðtekur tað viðferð, sum úytlendingar fáa frá landsstýrinum.
Tað ger hann ikki og hann sigur, at nú má samgongan av álvara taka málið upp til fyri at fáa greiði á, hvat tað er, sum hendir á útlendingapolitikkinum, tí hann hevur ikki álit á tí, sum fer fram.
? Útlendingamál hava javnan elvt til stríð og sum støðan er nú, havi eg ikki álit á, at tann útlendingapolitikkurin, sum verður førdur í løtuni, er ein politikkur, sum samgongan er samd um.
Tí heldur hann at tað hevur sera stóran týdning, at samgongan tekur málið til viðgerð av álvara fyri at fáa greiði, hvønn útlendingapolitikk, vit skulu hava í hesum landi.
Umisitingin í innlendismálararáðnum førir fram, at ein orsøk til at tað gongur so seint at viðgerða umsóknir frá útlendingum, er, at miðfyrisitingin varð so nógv skerd fyri hálvum øðrum ári síðani og at tey tískil ikki hava arbeiðsorku til at avgreiða málini skjótari. Er tað so ikki tykkara egna skyld í samgonguni, at tað gongur so seint?
? Eg haldi ikki, at fyrisitingin er so nógv skerd, at fólk ikki kunnu fáa svar, so at tey vita, hvar tey flóta. Eg ivist í um tað yvirhøvur er loyvt eftir fyrisitingarlógini at fólk ikki fáa svar. Um tað ikki bar til at viðgera umsóknina, kundu umsøkjarar fingið eina váttan um at umsóknin er móttikin og eina frágreiðing um, nær tey kunnu vænta, at hon verður viðgjørd.
Málið um Natashu Vukotic er so aftur eitt dømi um ómetaliga vánaliga fyrisiting.
? Tað nyttar ikki at skylda uppá at hetta er eitt danskt málsøki, tí vit skulu eisini viðgera umsóknirnar og tað er okkara partur sum víkur ferð eftir ferð.
John Johannessen sigur, at føroyskir myndugleikar skulu bara gera sítt tilmæli til danska udlændingestyrelsen at taka støðu til.
Hóast hetta tilmæli bara er ein lítil partur av samlaðu viðgerðini, tekur tað so langa tíð at avgreiða málini, at eg ivist í um eg yvirhøvur hevði torað at yvirtikið alt málsøkið, soleiðis sum tað nú verður fyrisitið.

Kann ikki verða koyrd av landinum
Ì hesum føri er talan um Natashu Vukotic, sum hevur búð og virkað í Føroyum í seks ár uttan slit og sum er 100% integrerað í føroyska samfelagnum. Er tað rætt at koyra slíkt fólk av landinum aftur?
? Tað kunnu vit ikki gera. Eg haldi ikki, at vit kunnu koyra fólk avaftur landinum, sum hava verið her so leingi og sum fegin vilja vera føroyingar. Eg eri samdur í, at sum støðan er, eiga vit at ansa eftir, hvussu nógvar útlendingar afturat vit taka inn í landið. Men teir útlendingar, sum longu eru her og sum gera alt fyri at kunna verða føroyingar, eiga at sleppa at verða verandi.
Tí væntar John Johannessen heldur ikki, at hon og dótturin verður send av landinum.
Hann vísir á, at er tað nakar, sum hevur havt brúk fyri vælvild og virðiligari viðferð, eru tað nettupp føroyingar, tí føroyingar arbeiða uttanlands í hópatali.
? Ikki minst fóru túsundtals føroyingar uttanlands at arbeiða í kreppuárunum og tað hevði mangan verið synd í teimum, høvdu teir fingið somu viðferð frá myndugleikunum, sum útlendingar í Føroyum fáa frá okkara myndugleikum, sigur John Johannessen.