Kunnu ikki søkja eftir lækna til Sandoynna

Støðan er ikki soleiðis sum løgtingsmaðurin hevur uppfatað hana

Sum støðan er nú, ber ikki til at søkja eftir kommunulækna til Sandoynna. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi hevur spurt hann um læknaviðurskiftini í Sandoynni.

 

Páll á Reynatúgvu vísir á, at annað kommunulæknastarvið í Sandoynni er røkt av skifrandi avloysarum, hóast hann veit um ein lækna, sum er sinnaður at átaka sær starvið.

 

Men málið liggur ikki akkurá soleiðis sum løgtingsmaðurin hevur fatað støðuna. Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann hevur fingið at vita frá Heilsutrygd, at annar kommunulæknin sum er í føstum starvi á Sandoynni, hevur biðið um at sleppa í farloyvi, og Heilsutrygd hevur gingið umbønini á møti.  

 

Í hesum føri er talan um ein kommunulækna, sum er farin í farloyvi og sostatt er hann ikki farin úr starvi. Og av tí, at kommunulæknin er í farloyvi, er hann framvegis í starvi, sostatt er talan ikki um, at annað kommunulæknastarvið á Sandoynni er ósett, sigur landsstýrismaðurin.

 

Hann leggur afturat, at tað ber ikki til Heilsutrygd at lýsa eitt kommunulæknastarv leyst, tá ið kommunulæknin er í farloyvi, tí hann er framvegis í starvinum.