Kunnu ikki seta oljufeløgunum ov hørð krøv

Landsoljufeløgini vórðu nýtt í 60-unum og 70-unum. Tá stóðu tey vesturlendsku oljufeløgini seg móti bjóðarunum, tí tá var oljumarknaðurin minni. Í dag er heimurin opin fyri oljufeløgunum. Hetta ger, at Føroyar og onnur útbjóðaralond í dag ikki kunnu loyva sær at seta so stór krøv til oljufeløgini, sum vilja bora á hesum leiðum.

Jákup Sverre Kass, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin fegnaðist um, at skjøtil nú er settur á hetta átrokandi málið.

Hann helt, at vit við at leggja okkum út í vinnuligar avgerðir koma at skapa mistrivnað og ójavnvág í tann partin av føroyskum og útlendskum vinnulívi, sum hevur í huga at gera íløgur í eina føroyska útgerðarhavn. Fleiri kommunur hava meldað út, at tær vilja vera við í hesum útviklingi, og tað skulu tær hava loyvi til. Tjóðveldisflokkurin blandar seg beinleiðis seg uppí marknaðarligu og búskaparligu kreftirnar, sum vónandi skulu vera við til at bera hetta samfelagið víðari inn í næstu øld.

Sjálvstýrisflokkurin meinar, at vinnan skal hava fríar teymar sjálv at avgera hvar ein komandi útgerðarhavn skal liggja.

Viðvíkjandi spurninginum um landsoljufelag vísti Jákup Sverre Kass á, at landsoljufeløgini vórðu nýtt í 60-unum og 70-unum. Tá stóðu tey vesturlendsku oljufeløgini móti bjóðarunum, tí tá var oljumarknaðurin minni. Í dag er heimurin opin fyri oljufeløgunum. Hetta ger, at Føroyar og onnur útbjóðaralond í dag ikki kunnu loyva sær at seta so stór krøv til oljufeløgini, sum vilja bora á hesum leiðum.

-Sjálvstýrisflokkurin meinar, at vit eiga at síggja burtur frá einum landsoljufelag í hvussu er í fyrsta umfari. Eitt landsoljufelag kemur at ræða ymisk oljufeløg, sum hava hug at bjóða uppá føroysku undirgrundina. Um eitt landsoljufelag verður sett á stovn nú beinanvegin, so er landsstýrið noytt til at sleppa fleiri av teimum krøvum, sum vit við heimild í kol-vetnislógini hava sett oljufeløgunum.

Jákup Sverre Kass helt, at tað hevur týdning at lurta eftir vinnulívinum og ansa eftir ikki at lata vinnuna virka undir treytum, sum tað almenna politiskt áleggur henni. Tað hevur avgerandi týdning, at vit ikki geva føroyingum ein kappingaravlagandi framíhjárætt at fáa lut í leiting og ágóðanum av oljuboring. Tað kemur at bera við sær, at onnur útlendsk oljufeløg missa áhugan fyri at útvinna olju á okkara øki. Tey føroysku oljufeløgini mugu á sama hátt sum onnur oljufeløg kappast á jøvnum føti, men sjálvandi er at vóna, at tey bæði føroysku oljufeløgini eru við og fáa væl burtur úr at fara í samstarv við onnur oljufeløg.

Jákup Sverre Kass rósti Atlantic Petroleum fyri at hava fingið so nógvar føroyingar at seta pengar í felagið.

Hann helt vit eiga at fara undir fyrireikandi arbeiði at verja umhvørvið og fiskivinnuna.


Forðið ikki vinnuni

Hin tingmaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum, Kári Højgaard, skilti ikki, hví tingmenn vilja geva eini multinationalari fyritøku sum Mærsk einarættin til veitingar í Føroyum. Hann segði seg taka fult undir við álitinum har sagt verður, at landsstýrismaðurin fer ikki at seta krav um, at útgerðarstøðir skulu liggja á einum ávísum stað í landinum.

Hann fekk seg ikki til at trúgva, at kommunur gera íløgur í Havnir fyri at taka ímóti oljununi. Tað er til onnur endamál. Fiskivinnan verður álitið og lívsgrundarlagið framyvir. Tí alneyðugt ikki at gloyma fiskivinnuna.

-Tað er at vóna, at oljuvinnan verður eitt trygt bein at standa á í framtíðini saman við fiskivinnuni. Men vit mugu vísa varsemi. Vit eru so fáir, at verða stórar nøgdir av olju funnar, kann tað skjótt verða, at vit missa fótafestið.


Mugu hugsa um vinnu

Finnur Helmsdal úr Tjóðveldisflokkinum vísti á, at oljuvinna enn er fyri okkum eitt spennandi men eisini ókent fyribrigdi. -Tá tað valla er byrjað, vita vit heldur ikki, hvussu hetta fer at enda. Eg haldi ikki vit skulu hugsa so nógv um, antin olja er her ella ikki. Tað, sum vit leititíðarskeiðnum skulu hugsa um, er, hvat føroysk vinna kann fáa burtur úr og hvussu hon kann mennast.


Bíðið við almennum oljufelag

Vandi er í hvørjari vælferð og eingin ivi tí um, at henda vinnan fer at hava stórt árin á umhvørvið bæði á havi og á landi, tí kemur at verða kravt nógv av Føroya fólki við politikarunum á odda. Tað ræður um alla tíðina at uppdatera lógirnar til tær nýggju tíðirnar, her eisini lógina um umhvørvisvernd segði Jákup Sune Joensen, framsøgumaður Fólkafloksins undir orðaskiftinum.

Jákup Sune Joensen metti tað vera týdningarmikið, at vit longu nú leggja karmarnar so væl, at tað skal vera óneyðugt at gera broytingar seinni. Hann helt tað vera sera umráðandi hjá teimum ymsu vinnunum at kunna liva lið um lið serstakliga um summarið, tá oljuvirksemi er tað mesta Hann metti, at vit mugu ganga út frá, at boringin verður á djúpum vatni, og harvið koma trolarar at verða skerdir. Hetta fer ikki at bila verða bara nakrir fáir pallar.

-Um oljuvinnann blívur til tað sum vit vóna, so mugu politikararnir gera sær geritt, at fortreytirnar fyri fiskivinnu helst skulu broytast munandi, soleiðis at vit ikki missa øll fólkini til oljuvinnuna segði framsøgumaður fólkafloksins, sum eisini helt tað vera skilabest at bíða við spurninginum um eitt alment oljufelag.