Kunnu ikki útihýsa at knekkbreyð eru heilsuskaðilig

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir fólki frá at eta ávíst knekkbreyð

Heilsufrøðilig Starvstovan ávarar nú ímóti ymsum sløgum av knekkbreyði, sum er at fáa í handlum í Føroyum.

Tlan er um trý sløgav »Vilmas knækbrød med sesam«, sum ávarað verður í móti og orsøkiner, at tað er vandi fyri, at pestisid eru í teimum sesamfræum, sum eru nýtt í framleiðsluni av knekkbreyðunum.

Heilt ítøkilig er talan um »Vilmas økologiske birkes- og sesamfrø ("sort og hvid") knækbrødsticks glutenfri« Nettovektin er 120 gramm og talan er um pakkarnar, sum eru best fyri 29 januar og 12 mai næsta ár. 

Talan er esini um »Vilmas økologiske chili- og sesamfrø knækbrødsticks glutenfri«, har pakkarnir viga 120 gramm, og sum eru best fyri 26. mars, 9. juni og 12. august næsta ár.  Og at enda er talan um »Vilmas økologisk sesam crackers glutenfri«, har pakkarnir við 90 gramm og sum er best fyri 15. apríl og 4. august næsta ár.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tað kann ikki útihýsast, at tað kann verða heilsuskaðiligt at eta av hesum knekkbreyðunum við pestisidum í.

Tí mæla tey fólki, sum hava hesar pakkarnar liggjandi, um at koyra teir í skrell, ella at lata handilinum, haðani teir eru keyptir, teir aftur.