Á privata ADHD-stovuni Hejmdal, sum liggur á Ferederiksberg í Keypmannahavn hava tey javnan havt vitjan av føroyskum familjum. Familjurnar eru komnar har fyri at fáa børn kannað fyri ADHD ella líknandi brek.
Familjurnar eru farnar sjálvar á privata sjúkrahúsið, tí almenna skipanin er so tung, og hjálpin at fáa í Føroyum er avmarkað.
Hejmdal er góðkent av donsku myndugleikunum, og danskar familjur fáa tí útreiðslurnar av at fara hagar goldnar.
Men føroysku familjurnar hava goldið sjálvar.
- Hetta halda vit vera órímiligt, siga Torsten Warrer, yvirlækni og Jan Samuelsen, stjóri á Hejmdal. Teir vóru í Føroyum í tveir dagar í seinastu viku.
Teir funnu tí uppá at fara til Føroya at lodda dýpið, um til ber at gera eina avtalu um, at starvsfólk av Hejmdal koma til Føroya at kanna børn. Hetta ber til, um fleiri børn verða kannað í senn, og so koma nøkur starvsfólk av Hejmdal til Føroya at gera kanningarnar.
Nógvir føroyingar
Teir hava varhugan av, at heilt nógv f’øroysk børn fara til kanningar í Danmark.
Hugskotið um at fara til Føroya kom eisini av, at føroyingar starvast á Hejmdal. Haraftrat var Torsten Warrer fyri 20 árum síðan og arbeiddi sum lækni á Landssjúkrahúsinum.
Á vitjanini í Føroyum høvdu teir óformligar fundir við myndugleikar og fólk annars, og leygardagin høvdu teir fund við ADHD-felagið. Teir tosaðu millum annað við Barnaverndarstovuna og við Kommunusamskipan Føroya.
Teir hugsa sær til, sum nevnt, at Hejmdal sendir starvsfólk til Føroya at kanna børn, seta viðgerðina í gongd og umvegis skype, teldubrøv og onnur tól ber til t.d. at halda fram við viðgerðini og at ráðgeva børnunum í Føroyum úr Danmark.
Royndur arbeiðsmáti
- Hetta er eisini ein spennandi arbeiðsmáti, sigur teir.
Arbeiðsmátin er ikki nýggjur, tí á sama hátt viðger og ráðgevur Hejmdal børnum, sum búgva í Jyllandi.
Hejmdal skal sjálvandi hava samsýning fyri at viðgera børn í Føroyum, men hesin mátin er væl bíligari fyri familjurnar, sum sleppa frá at fara av landinum.
Í Danmark er tann skipan galdandi, at um tað almenna ikki megnar at veita hjálp innan tveir mánaðir, hava fólk rætt til at fara á privat sjúkrahús við børnunum. Tí eru heilt nógv børn á privatum sjúkrahúsum sum Hejmdal.
Torsten Warrer og Jan samuelsen halda eisini, at tørvur má vera fyri at stovna stuðulsbólkar millum foreldur at børnum, sum hava ADHD. Teimum kundu tey á Hejmdal eisini undirvíst.
Serfrøði
Teir siga, at Hejmdal hevur fleiri serfrøðingar í barna- og ungdomssykiatri, og hesir serfrøðingar kunnu skjótt siga, um nakað bagir og beinanvegin seta viðgerðina åi gongd.
Bíðilistin hjá tí almenna veksur støðugt, nú meira vitan er um ADHD og líknandi, og eisini tí fleiri nú vita, at tað ber til at fáa hjálp.
- Jú fleiri børn við ADHD fáa hjálp, bíligari verður tað fyri samfelagið, tí børnini sleppa av við sínum atferðartrupulleikar, skúlaflokkur teirra fer at virka betur, vandin fyri kriminaliteti minkar o.s.v. Viðgerðin er tí ein samfelagsíløga, sigur Torsten Warrer.
Av tí at tað hevur víst seg, at fleiri óviðgjørd børn seinni eru vorðin kriminel, átekur Hejmdal sær eisini at undirvísa starvsfólkum í Kriminalforsorgini í at umgangast fólk við ADHD.
Skjót hjálp
- Tað ræður um at veita børnunum hjálp, áðrenn tey eru meira enn sjey átta ára gomul, tí annars læra tey ikki tað sosiala við at vera saman við øðrum børnum.
Torsten Warrer sigur, at børnini veråða yngri og yngri, sum fáa heilivág, men heilivágur er ikki nóg mikið.
- Vit hugsa okkum til, at eini 20-30 børn her verða savnað í senn, og vit koma. Tað skal bara samskipast av onkrum. Um alt gongur væl, kundu vit byrjað í Føroyum aftan á summarferiuna. Sigur Torsten Warrer og Jan Samuelsen.