Í februar í ár skrivaðu Fróðskaparsetur Føroya og Høgskolen í Stavanger undir eina samstarvsavtalu um uppbygging av kompetansu. Sum eitt úrslit av hesum hava stovnarnir gjørt eina lestrar skrá fyri kolvetnisverkfrøði, sum fer standa studentum í boði, sum byrja á Náttúruvísindadeildini á sumri 1998.
Arbeitt verður nú við at útfylla aðrar partar í samstarvsavtaluni millum Fróðskaparsetur Føroya og Høgskolen í Stavanger viðvíkjandi uppbygging av serkunnleika innan gransking og útbúgving. Í dag er avmarkaður førleiki í Føroyum til gransking og undirvísing viðvíkjandi kolvetnisverkfrøði, og í eini uppbyggingarfasu er neyðugt at fáa førleika higar í samstarvi við útlendskar stovnar og serfrøðingar.
Statoil hevur boðað frá, at felagið er sinnað at sponsorera eitt sokallað professor-II starv innan kolvetnisverkfrøði á Fróðskaparsetrinum. Ein professor-II er ein persónur við professaraførleika, ið hevur eitt ávíst tíðaravmarkað tilknýti til eitt universitet, vanliga 20% av einum professarastarvi í 5 ár. Henda skipan er ikki áður roynd í Føroyum, men er vanlig í m.a. Noregi. Væntandi fæst skipanin í lag tíðliga í komandi ári.