Kunnu missa arvasilvuri

Eitt gott avrik frá FCK kann viðføra, at teir verða noyddir at selja burtur av leikarahópinum, og útlendskur áhugi tykist vera fyri fleiri av leikarunum

 

Fótbóltur


Hóast italska Lazio eru stórfavorittar til ein samlaðan sigur á FCK, so hava tey í danska høvuðsstaðnum langt í frá mist vónirnar um, at leikarar teirra kortini fara at fremja eitt gott avrik.


Gott avrik kann kosta

Trupulleikin í hesum sambandi er tó, at avrikið hjá onkrum av leikarunum hjá FCK kann gerast somikið gott, at teir verða noyddir at selja burtur av leikarahópinum, sum eftir donskum viðurskiftum er rættiliga stjørnusettur.

FCK hevur í dag ein leikarahóp upp á heilar 31 leikarar, og hóast hetta ikki er nakar fíggjarligur trupulleiki, soleiðis sum tað er hjá mongum øðrum feløgum, so er greitt, at venjarin neyvan hevur tørv á øllum hesum.

Ítróttarliga vildi helst verið skilabest, um selt varð av lakara endanum av hópinum, men áhugin frá øðrum feløgum snýr seg sjálvsagt fyrst og fremst um bestu leikararnar, og kemur eitt nóg stórt boð úr onkrum útlendskum felagi, kann væl verða, at Flemming Østergaard verður noyddur at siga jú takk.


Zuma og Laursen

Fyrst og fremst verður roknað við, at suðurafrikanski Sibosiso Zuma er ein leikari, sum útlendsk feløg hava áhuga fyri. Umframt at hann bæði í fjør og higartil í ár hevur sýnt stórspæl í fleiri dystum, so ferðaðist vakra saksaspark hansara í avgerandi dystinum móti Brøndby í fjør kring sjónvarpsskíggjarnar í Europa, og roknað verður fyri vist við, at eitt gott avrik frá honum mikudagin kann senda hann til Italia.

Sjálvur tykist Zuma heldur einki at hava ímóti hesum. Suðurafrikanin er nú 24 ára gamal, og í seinastuni hevur ljóðað, at hann ikki trívist so væl í Danmark, og tí er áhugaður í at royna seg aðra staðni.

Roknað verður við, at Zuma í øllum førum kann seljast fyri einar 30 milliónir krónur, og eru nóg nógv feløg um boðið, tykjast tær 50 milliónirnar als ikki at vera veruleikafjarðar.

Harumframt hevur sterki verjuleikarin, Jacob Laursen, eisini sagt seg vera áhugaðan í at koma uttanlands. Hann er komin nakað upp í árini, og verður tí neyvan seldur fyri teir heilt stóru pengarnar, men hinvegin er neyvan nøkur nytta hjá FCK at halda fast um ein leikara, sum als ikki vil spæla við felagnum.


Selja ikki enn

Ítróttarstjórin í FCK, Niels Christian Holmstrøm, hevur áður sagt, at teir í FCK so avgjørt ikki ætla at selja nakran sum helst, fyrr enn teirra leiklutur í Europa er liðugur á hesum sinni.

Skuldi tað hent seg, at FCK vinnur seg fram í bólkaspælið í meistarakappingini, hava leikararnir neyvan nakað ímóti at taka eitt tørn afturat fyri felagið, tí hetta kann samstundis vera tann heilt stóri sýnisgluggin mótvegis europeiskum stórfeløgum.

Verður talan um samanlagt tap móti Lazio, hevur FCK enn UEFA-Cup kappingina at stríðast fyri, og spurningurin er, hvat tá fer at henda. Hendan er als ikki eins áhugaverd hjá veruliga stóru feløgunum, og spurningurin er so, hvat Holmstrøm og Østergaard siga, um eitt boð um tær hálvt hundrað milliónirnar skuldi komið upp á Zuma. Hetta kundi hóskandi komið úr Udinese, har Roy Hodgson nú er venjari, men gitingarnar hesum viðvíkjandi eru so nógvar, at vit ikki nerta meira við tær á hesum sinni.