Kunnu raka markið til reyða ljósið leygardagin

Smittutølini seinastu dagarnar hava verið høg. Um smittan heldur fram við somu ferð í tríggjar dagar afturat, so koma vit til "reyða ljósið" leygardagin.

 

Tað er, tá fleiri enn 75 eru smittað um dagin í eina viku.

Tá eru tilmælini hesi:

• 10 fólk kunnu savnast.

• Øll, sum kunnu, arbeiða heima

• Fjarundirvísing

• Dagstovnar lata aftur

 

Steingja

• Matstovur

• Náttarlív

• Ítróttarlív

• Frítíðarvirksemi

• Venjingarmiðstøðir

• Tænastuveitarar við stuttari frástøðu til kundan

Landsstýrið hevur boðað frá, at tíðindafundur um støðuna verður í morgin klokkan 11 í Kringvarpinum.

 

Verða smittutølini næstu tríggjar dagarnar á sama støði sum í dag og í gjár, so raka vit miðaltalinum 75 fyri vikuna leygardagin.