Aftur í dag ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan ímóti eini matvøru, sum er at fáa í handlum her á landi.
Hesa ferð er tað kokosmjøl frá Rema1000, sum ávarað verður ímóti. Talan er um pakkarnar, sum viga 200 gramm, og sum eru best fyri 05.06.2024.
Orsøkin til ávaringina er, at vandi er fyri, at har petti av plasti eru í pakkunum, saman við kokosmjølinum.
Harafturat eru talan um hvít plastpetti, sum altso hava sama lit sum mjølið sjálvt og tískil kann tað vera ringt at síggja.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tað er eitt tekniskt brek í framleiðsluni, sum er atvoldin til, at hørð, hvít plaststykki í ymiskum støddum, og skapum, eru í mjølinum.
Og tað kann vera sera vandamikið at fáa í munnin, og at svølgja, tí fólk kunnu skera seg í munnin, ella í hálsin og vælindi og fólk kunnu eisini fáa skaða í magan ella tarmarnar.
##med2##
Tí heitir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á fólk, sum liggja inni við hesum mjølinum um at lata tað aftur í handilin, haðani tær eru keyptar. Ein annar máti er at koyra tað í skrell.
Er tað onkur, sum hevur etið av hesum mjølinum og følir okkurt á sær, eru hyggjuráðini at spyrja læknan.