Kunnu skjótt keypa ferðaseðlar á telduni

Skjótt sleppa fólk frá at standa í longum bíðirøðum fyri at sleppa við Teistanum og Smyrli

Nú verður tað skjótt ein farin tíð, at fólk noyðast at standa í longum bíðirøðum fyri at sleppa við einum skipi hjá Strandferðsluni.  

Strandferðslan er nevniliga í holt við at menna eina skipan, soleiðis at tað skal bera til at keypa ferðaseðlar við strandfaraskipunum, á internetinum.

Hetta er ein skipan, tey hava arbeitt við í eina tíð, men tað hevur ikki gingið heilt, sum ætlað, ásannar Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni.

Har tað er mest átrokandi at fáa eina slíka skipan, er í sambandi við siglingina hjá Teistanum, har bilar og fólk ofta standa eftir, og har bíðitíðin at sleppa við, annars kann vera long til tíðir.

Strandferðslan hevur áður boðað frá, at ein slík skipan skuldi vera tøk nú fyrsta november, men tað hevur drigið út, og nú verður miðað eftir at hava hana klára til ársskiftið.

Stjórin sigur, at tá ið skipanin er fingin at virka umborð á Teistanum, verður hon eisini flutt bæði yvir á Smyril, og hini skipini hjá Strandferðsluni.

Endamálið er at tað skal bera til at keypa ferðaseðlar á internetinum, ella á snildtelefonini til skipini hjá Strandferðsluni - eisini til bilin.

Men hann vísir á, at talan er um eina fløkta skipan, tí hon skal leggja upp fyri øllum møguligum viðurskiftum. Eitt nú skal hon duga at rokna út, hvussu nógvum bilum, pláss er fyri, alt eftir, hvussu stórir teir eru.

Fyri at nevna eitt dømi um, hvussu umfatandi ein slík skipan er, nevnir stjórin, at umborð á teistanum sleppur ein Citroen Berlingo av tí gamla modellinum undir heingidekkið á Teistanum, men tað nýggja modellið sleppur ikki undir, og øllum slíkum viðurskiftum skal skipanin leggja upp fyri.

Tað skal eisini leggjast upp fyri vinnuligum flutningi, oljubilum, og annað mangt, leggur hann afturat.

Hann væntar, at tá ið skipanin er fingin at virka í sambandi við Teistan, ganga nakrir fáir mánaðir, áðrenn hon eisini er sett í verka Smyrli, í øllum førum væntar hann, at skipanin á Smyrli verður klár á páskum.