Kunnu spara 300.000 krónur um dagin

Vit kanna eftir um hetta er tað rætta

Runavíkar Kommuna fer í næstu framtíð at taka støðu til, um ein havn skal gerast á Skálafirði, sum er so djúp, ar oljuboripallar kunnu leggja at.

Dýpið í eini slíkari havn skal vera heilar 20 metrar.

 

Tórbjørn Jacobsen, býráðslimur, og havnarmeistari, sigur, at hetta er ein tanki sum er sprottin úr hendingini síðsta summar, tá ið stóri oljiboripallurin, West Hercules, kom á Skálafjørðin til umvælingar hjá skipasmiðjuni, Mest.

 

Tórbjørn Jacobsen sigur, at allir partar vóru sera væl nøgdir við arbeiðið og við umstøðurnar á fjørðinum.

 

Men skulu fleiri oljuboripallar inn á Skálafjørð til umvælingar, hevði tað verið eitt risa framstig at havt eina bryggju, har teir kundu lagt at og bundnir.

 

Skulu teir liggja á fjørðinum, skulu teir hava motorarnar gangandi alla tíðina fyri at kunna liggja í stað.

 

Samstundis kostar tann umfatandi flutningurin ímillum land og boripallin einar 300.000-400.000 krónur um dagin, tá ið virksemið er upp á tað mesta.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Tórbjørn Jacobsen greiða frá, hvat liggur í kortunum í hesum sambandi.