Sáttmálasamráðingar
? Tað er væntandi, at vit eisini fara at krevja meiri í løn.
Tað spáa bæði Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag og Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, nú samráðingar skulu verða við arbeiðsgevararnar um nýggjar sáttmálar.
Ingeborg Vinther, Hans Joensen, Hanna Isaksen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, siga øll, at tey fýra feløgini nú fara at tosa saman um, hvussu samráðingarnar skulu skipast og um tey skulu samráðast saman, ella hvør í sær.
Kortini sigur Hans Joensen, at eftir hansara tykki heldur hann at tað er frægast at øll feløgini samráðast saman.
Undir øllum umstøðum væntar hann, at Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag fara at samráðast saman.
? Vit hava eitt gott samstarv og eg vænti fyri heilt vist, at í hvussu so er hesi bæði feløgini fara at samráðast saman, sigur hann.
Men hann leggur stóran dent á at fáa øll feløgini at samráðast saman fyri at vinna verkafjøldini so góðar umstøður sum gjørligt.
? Tað er altíð betri, at øll feløgini draga eina línu og tí er tað best, um øll samráðast saman, leggur hann afturat.
Tá ið feløgini nú fara at tosa saman, fara tey eisini at umrøða, hvørji krøv skulu setast til arbeiðsgevararnar, nú samráðingarnar verða.
Tí vilja tey ikki siga nakað um krøvini enn, men bæði IngeborgVinther og Hans Joensen vænta, at lønarhækking verður eitt av krøvunum.
Men hvussu stórt kravið verður, kann hon ikki siga nakað um.
Ger ikki støðuna veikari
Hvørki Ingeborg Vinther ella Hans Joensen halda, at tað fer at gera samráðingarstøðuna hjá arbeiðarafeløgini veikari, at Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag ikki hevur tikið hevur sagt sáttmálan upp.
? Eg haldi at tað er óheppið at arbeiðsmenninir í Klaksvík ikki siga sáttmálan upp, men eg haldi ikki, at tað ger okkara støðu veikari, sigur Hans Joensen.
? Arbeiðsmannafelagið í Klaksvík eigur sjálvt avgerðina um, at teir ikki vilja siga sáttmálan upp. Men eg haldi, at tað er óheppið, at teir ikki skulu fáa somu ágóðar, sum øll hini arbeiðsfólkini í landinum fáa. Men tá ið teir ikki vilja stríðast fyri ábótum á sáttmálanum, kunnu teir heldur ikki krevja nakað.
Ingeborg Vinther er samd. Hon sigur, at arbeiðsmanninir í Klaksvík hava fullan rætt at halda at sáttmálin er so góður, at ongar ábøtur eru neyðugar og at alt er gott, sum hon, málber seg.
Men hon heldur ikki, at tað ger samráðingarstøðuna hjá hinum feløgunum veikari.
Hon hevur fyrr sagt, at hon heldur at tað er rætt, at sáttmálarnir verða sagdir upp, tá ið skeiðið er úti, tí tað eru altíð ábøtur, sum eiga at verða gjørdar, bæði lønarútreiðslur, men eisini ábøtur, sum ikki kosta so nógv.