Eitt brúgvalag yvir Føroyum fer spakuliga í ein útsynning. Eitt hátrýst yvir Eysturgrønlandi gevur eitt kalt rák og vetraræl av eystri.
Veðrið í dag
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri, 8 til 13 m/s, men um kvøldið makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Mest turt og møguliga sólglottar og hitin millum 3 og 6 stig.
Langafríggjadag
Lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og í støðum æl, lutvíst sum vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 3 og 5 stig, um náttina niður í 2 kuldastig.
Páskaaftan
Lot til andøvsgul millum landnyrðing og útnyrðing, 3 til 8 m/s, sum um náttina øtlar í stívt andøvsgul av norðri, umleið 10 m/s. Samdrigið og ælaveður í støðum, lutvíst sum vátaslettingur ella kavi. Um náttina yvirhøvur skýggjað og okkurt kavaæl. Hitin millum 3 og 5 stig, um náttina niður í 3 kuldastig.
Páskadag
Gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Mest skýggjað og møguliga kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina um frostmarkið.
2. páskadag
Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Sólglottar, men í støðum kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina niður í 3 kuldastig.
Týsdagin
Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og kavaæl. Hitin um dagin um 3 stig, um náttina niður í 2 kuldastig.