Kunnu verða nøgdir við innsatsin

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Helgi Hoydal er nøgdur við innsatsin í kappingini, men ergrar seg kortini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Helga Hildarson Hoydal á Rás2, aftaná 12-23 (7-12) tapið hjá føroyska U20 manslandsliðnum í hondbólti ímóti vertslandinum Sveis í U20 EM undankappingini. Tapið merkir, at Føroyar enda á einum triðja plássi í kappingini aftanfyri Sveis og Makedonia, men frammanfyri Montenegro.

 

Helgi H. Hoydal heldur, at teir á føroyska liðnum kunnu verða nøgdir við innsatsin, men sum hann lítir aftur á alla undankappingina, so ergrar hann seg um nakrar avgerandi, manglandi neyvleikar, ikki minst í tepra tapinum ímóti Makedonia ígjár.

 

Helgi H. Hoydal sær nú fram til at spæla FM finalur fyri H71.