- Ábyrgdin og avgerðarrætturin mugu fylgjast at!
Tað er fortreytin fyri, at landbúnaðurin í Føroyum kann mennast, staðfestir Sigert Patursson, formaður í Bóndafelag Føroya.
Men tað ger tað ikki í løtuni, leggur hann aftur afturat.
Hann sigur, at sum støðan er nú, hevur bóndin ikki ræðisrættin á sjálvari jørðini.
Hann tekur fult undir við ætlanini hjá Jacob Vestergaard at broyta hesi viðurskifti.
Men fyri Sigert Patursson hevur tað mini týdning, um hetta verður kallað einskiljing, ella tað verður kallað at geva bóndanum ræðisrættin á jørðini.
Sum støðan er nú, hevur bóndin ræðisrættin á festibrævinum og kann seta tað í veð fyri fígging.
Men hann hevur ikki ræðisrættin á sjálvari jørðini.
- Tá ið vit skulu hava fígging til íløgur, er treytin frá fíggingarstovninum, at vit skulu hefta persónliga fyri skuldina.
- Men samstundis hava vit ein almennan myndugleika, sum kann taka jørðina frá tær og selja hana.
- Hevur bóndin ikki nóg nógva jørð til at úrtøkan er nóg mikið til at rinda skuldina aftur við, má hann selja burtur av sínum privatu ognum fyri at rinda rentur og avdrátt.
Men formaðurin í Bóndafelagnum sigur, at flestu bóndur hava ikki ráð at útvega sær nakra privata ogn.
- Klárar bóndin ikki at rinda sína skuld, verður hann koyrdur av garðinum. Men skulkdi sleppur hann ikki undan fyri tað. Skuldina skal skal hann rinda aftur, hóast hann verður koyrdur av garðinum.
Sigert Patursson sigur, at undir hesum treytum, sum nú eru galdandi, fæst eingin at gera nakra íløgu í nakran landbúnað í Føroyum, hvørki ung ella eldri, ella verandi bøndur.
Hann sigur at tað síðsta, sum er hent á hesum øki, er, at í fjør varð lógin broytt, so at nú kann landið eisini taka jørð, sum bøndur hefta persónliga fyri, og geva kommunum hana at gera golfvøll á, ella líkt og ólíkt, sum hann tekur til.
- Tankin er sjálvandi góður hjá fólkinum, men hann er ræðandi hjá landbúnaðinum!
Formaðurin í Bóndafelagnum heldur, at tað er heilt margháttligt, at hendan lógin varð einmælt samtykt í Løgtinginum í fjørð.
Elvir til fólkaflyting
Sigert Patursson sigur, at hetta skapar ikki bara órógv hjá teimum, sum fáast við landbúnað.
- Hetta fer eisini at elva til fólkafráflyting av plássum, har nógv óðalsjørð er, tí kommunur, har nógv landsjørð er, kunnu lokka fólk til sín við at vísa á, at tær kunnu útvega stykki til golfvøll, viðarlundir og onnur endamál.
- Sostatt fara bygdir við nógvari óðalsjørð at avtoftast um stutta tíð, sigur Sigert Patursson.